Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Feildøming

Kjak hevur staðist, nú nakrir lærarar hava fingið játtaðan stuðul úr Mentamálaráðnum til ískoytisútbúgving á Setrinum. Í grein nevndari “Bjørn Kalsø er rangstaddur”, veitrar forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri rangstøðu. ** Talan er um feildøming!

Bygnaðurligur munur millum fólkaskúlan og aðrar stovnar

Munurin millum fólkaskúlan og aðrar almennar stovnar er, at einstøku fólkaskúlarnir hava ikki sjálvstøðuga játtan á fíggjarlógini. Sum dømi kann nevnast, at hvørki Skúlin við Løgmannabreyt ella Kirkju/Hattarvíkar Skúli hava sjálvstøðuga játtan. Skúlarnir fáa tímar eftir floks- og næmingatali, og skúlastjórar og lærarar eru løntir úr Mentamálaráðnum. Harumframt umsitur Mentamálaráðið játtanina til eftirútbúgving hjá fólkaskúlalærarum.

Skúlastjórar hava tí hvørki tøkan pening ella ræðisrættin yvir játtanini til ískoytis- og eftirútbúgvingar hjá lærarunum.

Afturímóti hava til dømis sjúkrahúsini sjálvstøðuga játtan á fíggjarlógini. Leiðslurnar hava sjálvar ábyrgdina av samlaðu játtanini og gera tí eisini av, hvørt goldið verður ella ikki fyri starvsfólk, ið ynskja at taka ískoytis- og eftirútbúgvingar.

Einki nýtt undir sólini

Her er einki nýtt undir sólini. Talan er um skipanir, ið hava virkað í mong Harrans ár. Tí undrar tað meg, at Óluva í Gong ger slíka feildøming? Hon er dugnaligur fakfelagsleiðari, ið íðin vil vinna limum sínum sømdir, og fyri tað eigur hon rós uppiborið. Men hesaferð hevur hon ivaleyst veitrað, áðrenn hon hevur sett seg nóg væl inn í reglurnar.

Fari tí í stuttum at lýsa lógargrundarlagið.

Lógargrundarlagið

Eftirútbúgving hjá fólkaskúlalærarum er ásett í rundskrivi um eftir- og framhaldsútbúgving av lærarum fólkaskúlans frá 1992. Har er ásett, at Landsskúlafyrisitingin (nú Mentamálaráðið) játtar eftir- og framhaldsútbúgvingini eina hóskandi peningaupphædd av játtanini til fólkaskúlan. Rundskrivið hevur heimild í Løgtingslóg um læraraútbúgving frá 1980. Henda lóg er farin úr gildi, men samstundis er ásett í Løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya, at fyriskipanir, sum eru ásettar við heimild í lógini um læraraútbúgving, verða verandi í gildi, til tær verða broyttar ella settar úr gildi.

Sostatt hevur Mentamálaráðið, sum støðan er, skyldu til at umsita játtanina til eftirútbúgving hjá fólkaskúlalærarum, og harvið taka støðu til, hvørjar ískoytis- og eftirútbúgvingar skulu standa lærarum í boði.

Men Mentamálaráðið hevur, hvørki heimild ella játtan til at gjalda fyri ískoytis- ella eftirútbúgvingar hjá starvsbólkum, har Mentamálaráðið ikki er arbeiðsgevari.

Óluva í Gong hevur tí eftir míni bestu sannføring dømt skeivt. Flaggið má tí takast niður, “dysturin” byrja av nýggjum og bólturin spælast, har hann hoyrir heima í einstaka førinum.

Við samstarvskvøðu

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum