Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FEET N FEED: Heðin og doktarafiskarnir

Borgarstjórin var fyrsta royndarkaninin at heilsa uppá doktarafiskarnar Garra Rufa í nýggjari ”fish spa” í Havn.

Doktarafiskurin, hvørs latínska navn er Garra Rufa, livir vanliga í áum í Turkalandi. Seinastu 400 árini hava hesir fiskar verðið brúktir innan viðgerð fyri harða húð, psoriasis og onnur sløg av eksemi. Men higartil hevur hetta verið ókent her hjá okkum.

Í dag lat upp nýggja viðgerðarstovan Feet n Feed í Niels Finsensgøtu 51 í Havn. Hetta sær nú meira út sum ein akvariuhandil, men kørini eru full av kenda doktarafiskinum Garra Rufa.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var tann fyrsti at royna viðgerðina, sum honum dámdi væl.

Kørini eru tey flestu til at seta føtur og bein niður í og til hendur og armar. Seinni er ætlanin at útvega eitt størri kar á stødd við eitt baðikar, sum fólk kunnu leggja seg í.

Vegleiðing um, hvør ikki kann fáa slíka viðgerð, fæst á staðnum. Tað eru nógvar treytir viðvíkjandi brúk av neglalakki, sjálvbrúnara og heiluvági, ávísum húðsjúkum o.s.fr.

Neyðugt er ikki at bíleggja tíð, tí fleiri kør eru og tað er skjótt at avgreiða kundarnar. Í løtuni eru viðgerðirnar uppá tilboð. 20 minuttir kosta 120 krónur, 30 minuttir kosta 160 krónur og 45 minuttir kosta 200 krónur. Gávukort fáast eisini.

Tað eru Sólfríð Danielsen og Andrias Hammer, sum standa fyri og reka viðgerðarstovuna. Opið er gerandisdagar frá 12 til 20 og leygardagar frá 10 til 18.