Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Favnur tín er opin Vestmanna

Tórbjørn Jacobsen:

Eina av mongu ferðunum vit lógu í dokkini í Grimsby, og ørindini í bretska havnarbýnum vóru avgreidd, gjørdu vit sjóklárt og bíðaðu eftir flóðini. Fáar staðir rennur rákið stríðari enn her við eysturstrond Bretlands, Humber áin er onki undantak, og tað ræður um at vera rímiliga knappur í mun til sjóvarfallið, skal alt spæla væl av. Loðsurin var stundisligur og kom umborð í ríkiliga góðari tíð. Eftir hevjanina í rætta vatnstøðu í slúsini, sigldu vit eystur ímóti stóru ljósboyuni, áður lá eitt vitaskip á knattstøðuni, ið liggur út fyri munnanum á ánni. Vit báðir spjallaðu saman um leyst og fast. Fittligur maður og spurdur um hann ongantíð var komin í trupulleikar av máttmiklu natúrelementunum, sum flyta sjógvin um hesar leiðir, segði hann mær m.a. frá einu ferðini, hann var komin umborð á ein føroyskan línubát, sum hevði landað í Grimsby fyrra partin av sekstiárunum.

Tíðin var knøpp, og umsíðir fann hann skiparan liggjandi á bonkinum í bestikkrúminum. Í fullari mundering og keppinum á skrá. Passaligur var hann eisini, hevði vætað sær nevið í ríkiligara lagi. Teir kendust, og loðsurin sigur við skiparan: “Nú skal tað ganga skjótt, ella røkka vit ikki flóðina.” Í tí skiparin leggur seg á hina liðuna letur í honum: “Mr. pilot, don´t worry, there will always be a tide again.” Tað kemur altíð ein flóð aftur, og á næstu flóðini stimaði ein avrúsaður skipari, við góðari hjálp frá loðsinum, út eftir Humber ánni ávegis til fiskiskap onkustaðni í norðurhøvum. Hesin var annars kendur sum rokskipari í Føroyum.

Kanska visti hann ikki, hvussu filosofiskur hann var hesa løtuna. Materian skal til fyri at halda bulinum, men ber og blektað fægirnd er oyðandi. Tað ræður eisini um at liva lívið, at spreingja mørk, at hugsa stórar tankar væl frammanfyri nøsina, og tað ræður um at sosialisera seg í bygdarlagnum, býnum og í landinum. At vera við í samrakstrarmáttinum, sum lyftur solidariska elevatorin uppeftir á næstu og uppaftur á næstu rók. Mín kensla er, at vestmenningar meira enn tey flestu liva í mun til allar hesar faktorarnar. Teir liggja ikki í vektloysi, ymiskir eru teir sjálvandi á máli um mangar lutir, men onkursvegna tykist tað sum at tyngdarlógin hjá Newton bara heldur beinunum niðri á jørðini, annars er høgt til loftið og vítt til veggja.

Teir falla ikki sum sevið fyri tíðar- ella andaligum rákum, tíðarmáldum viðfáningum, til tað er tærið ov seigt, mentanarliga kjølfestan ov dygg, og kanska sæst tað aftur á gongulagnum, sum ikki er íkomið á slættlendi. Hendan riðanin við fótliðunum í hvørjum feti, frá hælinum upp á tá, anatomiskt smíðaðir til at ganga oman og niðan brekkurnar, fyri at halda balansanum kunnu áneyðir vera á at stinga lógvarnar niður í reyvalummarnar, men favnurin er opin, sum Martin Joensen tekur til í Vestmanna-sanginum, og veingjabreiðið er sum á svarta ravninum, ið fleyg yvir vøtnunum, yvir dimmu dølunum, - í royndini at lenda frammi við gylta tindin. Og setstur aftur er hann enn tann sami, sum táið hann fleyg avstað. Ein dystinlærd javnvág er onkursvegna kreddan, sum stjórnar hesum stóra orkestrinum, umgirt av hesum frábæru kringumstøðunum skaptar á tíðarinnar morgni. At man ikki uttan víðari letur seg taka av fótum, er søgan um ta ferðina verkfrøðingurin og mín gamli kennari í skipstøkni, Ólavur á Heygum, var heima í summarfrí og hjálpti pápanum Eyðolfi við húsasmíðinum. Tiltikin smiður í áratíggju og mong vóru húsini hann hevði reist í bygdini. Táið teir ta einu ferðina skuldu seta av, rør Ólavur líkasum framundir, at nú máttu ráðini takast til Pythagoras. Hetta nervaði ikki tann gamla, Eyðolf, sum bara gjørdi sum hann plagdi við sínum egna rættvinklaða tríhyrningi, uttan nakrantíð at hava hoyrt hendan gitna hellenaran Pythagoras grettan við einum orði. Sum maðurin málbar seg, onki er nýtt undir sólini, hóast onkur ber kannuna av evsta sannleikanum - eisini í støddfrøðiligum frymlum.

Fjølskyldu eigi eg at kalla onga í Vestmanna, og tó, Kristina, kona Ólav bónda á Heygum var systkinabarn langommu mína av Oyrareingjum, ið bar sama navnið. Helst hava tær verið uppkallaðar eftir somu ommuni í Kollafirði. Harvið eru faðir mín og advokaturin av Heygum fermenningar. Slektin plagar at vera løðarsteinarnir, sum draga ímillum fólk og bygdir, men hóast at kalla púrgjørt í so máta, kom Vestmanna at fylla meiri enn aðrar bygdir í mínum hugaheimi. Tað kunnu tað vera nógvar ymiskar orsøkir til.

Frá kendu rannsóknarferðini skrivar vísindamaðurin Jens Chr. Svabo í “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782” at fýra havnir í Føroyum eru góðar skipahavnir: “neml. Vestmannahavn, Klack (Klaksvík), Trangisvaag og Kongshavn, som der skulle holdes for gode Vinterhavne...” Avleiðingin er, at ein havn sum Vestmanna av natúrunnar ávum gjørdist ein miðdepil fyri skipaferðslu, og soleiðis eru nýggjar hugsanir komnar uttan av havi til hesa bygd, ið á mangan hátt gjørdist sentral og ein høvuðsleikari á fleiri mótum, táið tað ræður um frambrot í Føroyum, tað tóktust ongar forðingar ávegis bláloftinum. Fiktivir bjálkar kámaðu ikki fyri sjón og visión.

Bøndurnir sótu við valdinum, sótu við fænum, og gitin er hugsjónarmaðurin Ólavur bóndi á Heygum. Hann legði nógv fyri, og sá langt inn í eina modernaða framtíð. Fekst við at binda orkuna í Fossá til ravmagn, kveikti máltráðsmálið og legði sjálvur linjur ímillum bygda, og hann kom eisini við uppskotinum um at stovna Føroya Banka, sum hann ætlaði at verða tjóðbanka landsins. Hetta eru ravmagns, tele- og fíggjarkervið, sum seinri gjørdust grundvøllurin undir samfelagnum, vit nú standa á - áleið hundrað ár seinri. Hartil var hann tingmaður, hevði mikla verzlu, og í 1905 keypti hann fyrsta togaran til Føroya, Lord Alfred Paget, Lordurin róptur. Eitt átak og eitt framtak, ið kanska gjørdist størsti mylnusteinurin. Hann misti 70 túsund í tátíðar krónum, táið umstøðurnar kroystu hann at lata togaran fara. Sum hjá teimum flestu, ið virka frammanfyri sína tíð, í hesum førinum áratíggju frammi í ókomnum døgum, kom Ólavur í andróður, mótbrekkan gjørdist ov tung, og tá taka vinirnir ofta at fækkast, og bara 56 ára gamal legði hann árarnar inn. Eitt forsligið høvd, sum av góðum grundum gjørdist ein legenda í Føroyum.

Í tjóðskaparumhvørvinum, har eg eri uppvaksin, hoyrdi eg nógv um hendan mannin. Seinri bleiv myndin um bygdina meiri fjølbrigdað. Viderø sigur um vestmenningar, at teir hava verið stórir og sterkir og hava eins og hvílt í styrki síni og eru róligir, hava eins og onki at óttast. Hetta gav at bíta undir seinru styrjøldini – undir øðrum heimsbardaga – táið vestmenningar mynstraðu umborð í sluppirnar fyri aðrar, ið mynstraðu av, í hesi háskafullu sigling. Hendan órædda sjónin um lívsins viðurskifti gjørdist ein bráðpanna, sum eitt heilt samfelag guvaði burturúr í øllum tess fasettum.

Í kappróðrinum – tjóðarítróttini - hava tit verið í broddi fylkingar, og eg minnist so væl ein dagin eg sum heilt lítil smádrongur stóð úti á Støðni í Syðrugøtu, at eitt 5-mannafar kom til bygdar. Nú skuldu genturnar í Gøtu rógva kapp á føroyskum firðum og vágum. GÍ-legendan Hallgrímur Gregersen var har, genturnar við, og báturin bar hesar eyðkendu vestmannalitirnar – hvítt, grønt og gult – og eftir navnaskiftið frá Havfrúgvin til Skurin, vann hesin báturin eina stevnu fyri og aðra eftir í áravís eftir tað.

Seinri legðist til fatanina. Tónleikurin. Ein bakaralærlingur fór brádliga at gera um seg sum guitaristur í Glyvra Bio, Hallgrímur Miðberg, og tað frættist, at hann fekst við at seta tónar saman í sangir. Fólkaognin “Eg reið mær avstað til Texas bý....” er hansara, og hetta gav okkum eina kenslu av, at vestmenningar vóru ikki sørt imponeraðir av kóvboylívinum á grasfløtunum í samríkjunum USA. Kanska hava hesar veldugu víddirnar, sum liggja í hæddini til hesa bygdina, ávirkað hugflogið. Dreymurin um eitt lív sum einsamallur maður á rossabaki, við skammbyrsum í belti niður við mjadnunum, í stríði við aðrar, hevur eisini fest í fjúsið hjá fleiri, sum eg seinri hitti á lívsleiðini. Og poppurin gjørdi eisini landgongd í Vestmanna. Og tað var ikki við mýkindum. Western bergtóku ungdómarnar, komu eisini um okkara leiðir, og serliga væl minnist eg Thunderbirds við frálíku røddunum hjá Tróndi, Øssuri, Jóan Magnusi og Jógvan Páll. Teir komu onkuntíð á gátt í Glyvra Bio, og táið teir løgdu lunnarnar undir tað, sum seinri skuldi henda á náttini, við seinasta dansinum A Whiter Shade of Pale hjá Procol Harum, tá var ikki eitt eyga turt, og kvendi og kallar gnubbaðust upp ímóti hvørjum øðrum í øsing og ástargirnd. Seinri komu Natives og Vestmenn, og Martin Joensen er nú ein hin kendasti trubadoururin í landinum. Tikin úr leikum sum lag- og orðasmiður.

Hondbólturin er ein stórur partur av samleikanum hjá øllum her í bygdini. Ekki hekk við bróstið, táið vit skuldu niðan á Kongsteigar at leika ímóti javnaldrunum higani, og sum oftast stóðu vit ikki vestmenningunum kurl. Frægastu løturnar høvdu vit helst á Cafeteria og í Centrum eftir dystarlok. Hondbólturin er gomul ítrótt her í bygdini, men man tekur onki frá nøkrum, táið sagt verður, at Mannbjørn Mortensen rættiliga gjørdist ein katalysatorur í strembanini eftir at gera Vestmanna til hondbóltsbygdina fram um allar í landinum. Tað hevur eydnast í stóran mun, og vit hildu við vestmenningum, serliga táið teir spældu ímóti høvuðsstaðarliðunum Kyndli og Neistanum. Minnist serliga væl, at vit fóru stimandi til Havnar hendan dagin í 1968, við motorbátinum “Berghild”, fyri at síggja avgerandi dystin um føroyameistaraheitið. Hetta var á asfalteraða vøllinum ovarlaga í Gundadali. VÍF vann dystin og meistaraskapin, og tá vóru so mætir menn sum Johnny, Petur hjá Samson, Regin, Marner og Steinbjørn við á liðnum.

Um Steinbjørn varð sagt, at skotstyrki hansara kundi skjóta ein mann í hel. Í hvussu er skjeyt hann einaferð bóltin í búkin á einum eldri vestmenningi, sum stóð og lenaði seg upp ímóti aðrari stongini á Kongsteigum - hesin hoknaði niður við málinum, og spýði blóð tað mesta av tí sum eftir var av degnum, men hann yvirlivdi kortini. Ikki fyrrenn í 1973 eydnaðist mær at vera við til at vinna á vøllinum omanfyri nýggja skúlan. Við unglingunum hjá Neistanum, og vit gjørdust eisini føroyameistarar hetta árið, eftir at VÍF hevi vunnið í trý fylgjandi ár frammanundan. Í 73 vóru teir báðir Kári Mannbjørn og Kári á Posthúsinum – kanska sterkasta makkaraparið í føroyskum hondbólti nakrantíð – tíbetur tiknir upp á 1. liðið, og tað gjørdist okkara eydna, og ikki minni lukkan hjá vestmenningum í bestu deildini í mong Harrans ár eftir hetta.

Á talvborðinum vóru tað fáir sum syftu vestmenningum, og vit sum fingust eitt sindur við hendan klóka kunstin í tannárunum minnast serliga Hans Petersen. Hann var í broddi fylkingar - einaferð bestur í Føroyum. Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað trivaliga valaverkið um Vestmanna, sigur, at talvkappingarnar vanliga vóru hildnar á hotellinum hjá Skipper. So segði hann - av hugnaligastu monnum í vesti. Fólk gingu inn og út, og stemningurin var guðaborin, kvirran valdaði, her vóru bygdarinnar stóru synir í víggi andvegis øðrum bygdar- og býarmonnum í Føroyum. Sum Óli Breckmann skrivaði í Talvblaðnum, tá Vestmanna Talvfelag fór um 50-ára hvarvið: “Har var so friðarliga stilt inni. Ein páskafriður. Roykurin úr sigarettini hjá Olafi, Henry, Samson, úr ballinum hjá Hansi og úr pípuni hjá Sofusi hekk tjúkkur undir loftinum.”

Tað gjørdist ov trongt undir tróðrinum hjá Skipper, vestmenningar tóku eisini heimspallin, og teir vóru væl umboðaðir, táið føroyingar á fyrsta sinni dittaðu sær at taka lut á eini talvolympiadu. Í Siegen á Rínleiðini í Vesturtýskalandi. Hans Petersen sat á fyrsta borði, og gitið er talvið ímóti einum av heimsins bestu telvarum - georgianaranum Tigran Petrosjan. Hann umboðaði sovjetiska talvmaskinaríið, sum ongin megnaði at skala um hetta mundið. Tað gekk javnt á, Petrosjan er kendur sum remistelvari, og teir kønu halda, at hevði Hans ofrað annan bispin í sínum seytjanda leiki, so kundi hann fingið óvæntaða javnleikin, men sum Súni Merkisstein sigur í talvbókini - at ofra ein bisp ímóti gigantinum Petrosjan hevði verið í so djarvt og púrasta respektleyst. Helst hevur Hans telvað hetta talvið umaftur og umaftur eftir heimkomuna, á sama hátt sum Aljeckin, táið hann í Lissabon misti oddasessin á heimspallinum, og mýtan sigur at hann gramdi seg so illa, at hann kvetti lívsstrongin. So galið gekk tað ikki hjá Hansi kortini. Nakrar dagar seinri syfti hann marokkanaranum Kadari á fyrsta borði. Tað sum av álvara kløkkaði talvheimin hendan dagin var kanska í størri mun Olaf á Posthúsinum - á fjórða borði. Tað gekk javnt á ímóti Bendriss, men brádliga opnast G-strongurin, og Olaf herjaði á í ótamdari atsókn, syfti ein mann fyri og annan eftir og ruddaði borðið. Føroyingarnir vunnu 3-1 hendan dagin, ikki minst vestmenningunum fyri at takka.

Materian hevur ikki gøllhildið vestmenningum sum jarðiskum trælum. Kortini hava teir eisini verið í broddi fylkingar á fleiri vinnumótum. Serliga kendir sum togaramenn. Hóast Lordurin gjørdi enda á Ólavi bónda, misti teir ikki mótið, og eftir seinru stóru styrjøldina keyptu teir Gylfa úr Íslandi og góvu honum navnið Gullfinnur. Síðani Gullsøka, Kópanes, Jóannes Fonsdal, Gullberg, Kap Farvel og so allir togararnar sum í nýggjari og okkara tíð hava siglt út og inn av Vestmanna. Gamli, sum var við Jóannesi Patursson og Kallsevna í fimmti-árunum sigur, at gitin um øll norðurhøv var hann Jóan Jakku Durhuus. Skipari á Gullberg, og hann gav Hvannasundsbrøðrunum ein skarpan gang, tað sigst at hann út í eitt, í kappingarspenningi, gramleika og stremban, stóð frammi í brúgvarútinum í eina heila viku fyri at vera besti togaraskipari í Føroyum. Burturúr hesum umhvørvinum komu mangir kendir togaraskiparar, eitt nú hin stóri vegarin – pionerurin par excellence – John Dam, sum er forævigaður við eini bringumynd á Fiskivinnuskúlanum inni á Fjørð.

“Civis Romanus sum” – eg eri rómverji, varð sagt fyri tveimum ártúsundum síðani, og øll hava hoyrt um gitnu orðini hjá Kennedy forseta “Ich bin ein Berliner.” 16 ára gamal stóð eg summarið í 1972 smoykin í túninum við Kostdeildina í Hoydølum og royndi at stinga fingurin í jørðina í hesum nýggja umhvørvinum. Ungdómar úr øllum landinum valfartaðu til hesa kensluborgina, sum teir tríggir eysturoyingarnir Nygaard, Haraldsen og Petersen, ávikavíst av Eiði, úr Elduvík og Fuglafirði, høvdu skipað føroyska ungdóminum. Var komin á prutlabaki við mjólkabátinum Tróndi, ein Puch, sum nóg illa táttaði í 30 km/t á sløttum. Meðan eg standi og skimist, hugurin leitar í blindum, har eg standi á berajólum, kemur eitt blátt prutl av Honda-slagnum úr Japan súsandi um hornið, har húsavørðurin Arni Hoydal herbergaði amboðum sínum. Ferðin mundi vera áleið 90 km/t, og hóast tannáringur tóktist maðurin og bulurin alt ov trivaligur til skellinaðruna - knøini væl omanfyri róðrið, og dunsturin av bryllukremi stóð ramur frá honum í ferðini. Har hittust vit á fyrsta sinni, vit báðir Bjørn á Heygum, og eftir tann dag havi eg onkursvegna kent meg – í hvussu er partvíst – sum vestmenning. Og sohvørt sum tað legðist til av kenningum úr hesi bygdini, varnaðist eg, at hugburðurin og lívstílurin hjá hesum fólkaslagnum hóskaði mær ómetaliga væl. Bjørn setti ikki plombuna í aftur prutlið, til tað var hann alt ov rastleysur og ferðmikil í hugsan, hetta sást kortini ikki á gongulagnum, men fyri at vit kundu fylgjast javnlíkir á hesum mekaniska tannárarossi, tók hann cylindaran hjá mær norður við sær eitt vikuskifti. Hvussu teir báðir Brynjolfur hava morlað niðri í strokkinum við borimaskinuni, kann bara hin góði Guð vita, tí installeraður aftur kvøtti ikki úr prutlinum. Hann var rivnaður í fleiri støðum og harvið orkuleysur. Seinra royndin, við einum nýggjum cylindara, eydnaðist, og tá lá betri fyri at ríða kring um høvuðsborgina og norður eftir oyggj til Vestmannar og inn í Eysturoynna.

Lesnaðinum var lítið skil í, og avmarkandi lívið á Kostdeildini keddi okkum. Blóðrenslið helt ikki til at søkja pútuvárið kl. 10 á kvøldi. Vit fluttu inn í ein kjallara undir Varða, og nú kom hvørt eftir øðrum. Ein samfelagsfrøðingur, slektaður úr Klaksvík, hevur sagt, at tað var betongið sum knýtti okkum báðar Bjørn saman. Hann stoypti vikuskiftini á tamb hjá Brynjolfi, og eg fekst við at koyra cementsekkir fyri abba mín, alt fyri at fíggja gerandisdagin í metropolinum. Turvelvandi drøgg, kykmyndavitjanir, dansibillettir, Napoléons-køkur á Kondittarínum og so frameftir. Og nú fann eg eisini útav, hvar Miðberg bakarin hevði fingið íblásturin til kenda sangin, um einsamalla kúbumpilin, sum skundmikil fer eftir preriuni. Tað slapp ikki ein kóvboyfilmur afturvið borðinum í Havnar Bio og Sjónleikarhúsinum, uttan at Bjørn fekk sleipað okkum oman í býin, tess fleiri skot tess betri, og helst er kveikingin komin í biografinum í Dansistovuni í Vestmanna. Táið Aksel, Olaf, Jens hjá Hannu Grethu, lítli Holgar, Holgar hjá Doru og Jóni og aðrir fram undir vikuskifti vitjaðu klivarnar í ráa kjallaranum í Varðagøtu fekst ein rættilig áminning um, at hesir vóru ikki sinnaðir at leggja seg undir eina mikið avmarkandi vápnalóg. So hvørt sum kenningin rann á, fjákudroparnir tóku búgv á ovaru syllunum, sóu vit harur, lomvigar og skarvar sum loftsnældur fyri innaru eygum okkara í loftrúminum. Aksel Dahl Olsen man vera serliga góður skjútti, fyri kortum gav hann konu míni ein vælhagreiddan skarv, eg var ikki heima staddur, og spurdur svaraði hann, at hansara serligi eginleiki sum skjútti var, at hann hevði 127% av sjón á høgra eyga. Ikki gamansleikur at vera fenaður, táið slíkir knassar herja á natúrunnar hermótum.

Felags fyri teir flestu var grundskúlin hjá vestmenningum, Kap Farvel. Fyrsti flakatogarin í landinum. Haðani vistu teir mangar søgur. Ein teirra, sum ikki hevur verið við Kap Farvel, er mentanarkastalin á Mikkatrøðni, Jonhard Mikkelsen, hann var við norska togaranum Gadus, táið Henry førdi hann og pápi hansara Jóannes var trolbassi. Maðurin við teimum stóru mál- og mentanarvisiónunum, sum hevur ríkað føroyskt andslív meiri enn tey flestu. Bara orðabøkurnar koma í ævir at standa sum ein varði í føroyskari søgu. Áhaldandi situr hann eftir vanliga arbeiðstíð og kýtir seg fyri at menna mergin og samleikan hjá føroyinginum. Helst ein útdoyggjandi rasa, hesin einarin, idealisturin og filantropurin, sum stríðist fyri eini sak hjá øllum. Vit vitjaðu av og á í Vestmanna. Hjá legendariska svimjaranum Miu, og lívskunstnaranum Brynjolfi, á Heygum, spældu Amerikano í kjallaranum hjá Annu hjá John, loystu út niðri hjá Nielsi og Heðini, og onkuntíð lá leiðin út á Berg, fyri at royna evnini sum kóvboyari, og tað hendi seg, at onkur vilstur havhestur kom í skotmála. Alt hetta var við í viðførinum, táið eg seinri hitti og kom at virka saman við hinum fryntliga politikaranum Jógvan á Posthúsinum. Ein rættur vestmenningur, ein maður tú kundi líta á í øllum lutum, hann gekk ikki aftan fyri ryggin á nøkrum, segði tað sum sigast skuldi, har sum tað skuldi sigast. Kortini kann alt henda á bonaðu gólvunum, ongin skipan finst omanfyri politisku skipanina, tí skipar hon seg sjálv so hvørt sum hon flytur seg fram í tíð og rúm.

Bara einaferð havi eg hitt vestmenningar í víggi og kom illa stjølaður burturúr tí. Fleiri minnast fundin í Mentamálaráðnum, táið lunnar brustu og jørðin skalv, og orð ókst av orði. Sjálvur tók eg neyðugu avleiðingarnar, men tað kámaði á ongan hátt fyri sjónini og áskoðanini eg hevði um vestmenningar. Onkur segði at tað leyp í Ásmundarskorð hendan dagin, og menn higani vóru skjótir at rópa basaltrúgvuna, sum kom burturúr, fyri Tobbaurð. Skemtiligasta avleiðingin av hesum var, at skápini standa til at bresta av grýtulappum, sum børn í Vestmanna dagarnar eftir hetta sendu mær við postinum - í alskyns litum. Brúki onkrar teirra framvegis, og í grundini var tað hetta merkiliga átakið í føroyska skúlanum, at vaksnir dreingir, ákomandi menn, skuldu tvingsilsinnleggjast at sita og stúta stokkarnar saman, sonur mín var júst um tað mundið ein teirra, tí nívdi hetta meg meira enn gott var, nú er hann stýrimaður við einum grønlendskum bingjuskipi, fyri at tøta upp í leypar av grýtulappum. Og tó, sum sagt, onki er til ónyttu her í lívinum, 12 ár seinri eru pottalapparnir úr Vestmanna framvegis í brúki á Langanesi á Glyvrum.

Tímin er komin. Og framvegis er tað soleiðis sum Viderø prestur eygleiddi, at vestmenningar eru stórir og sterkir og hvíla eins og í egnari styrki, og eru tí so róligir, hava eins og onki at óttast. Uppdriftin, sum hevur ment hesa bygd frá bóndagørðunum, er bara komin úr egnum jørðildi, og hóast onkur heldur tað ganga í so seigan viðhvørt, so vignast tað næstan altíð. Á øllum lívsins mótum og hermótum. Fólkið, sum búleikast her, tykist hava eitt merkiliga stórt yvirskot, sum fremur fjølbrigdi og ger lívið margfaldari enn aðrar staðir. Onkursvegna tykist filosofiin hjá skiparanum, nevndur var í byrjanini, eisini at vera lívskreddan hjá vestmenningum: “Mr. pilot, don´t worry, there will always be a tide again.” Tað kemur altíð ein flóð aftur. Heimspeki hansara darvaði honum ikki, kanska tvørtur ímóti, hann gav sær stundir at leggja lívið frá sær eina løtu, at fundera, og væl vignaðist á havmiðunum.

Mátti byrurin verið tykkum happadrúgvur, nú hátíðarhaldið fyri Jóanesi Doypara er ávegis inn í summarnáttina við gróðri í fenaði, floru og fólki.

Tøkkin er mínu megin fyri mikla heiðurin at vera tilkallaður higar í kvøld.