Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fátækradømi millum fólkapensjónistar í Føroyum veksur alsamt

1.364 fólkapensjónistar hava miðinntøku, ið liggur 10,5% undir fátækraváðamarkinum 

Hagstova Føroya hevur hin 12. juni 2015 almannakunngjørt kanning av inntøkubýti og fátækraváða hjá føroyingum fyri árið 2013. Kanningin vísti, at tey, sum í mestan mun livdu í fátækraváða í 2013, vóru í eldri aldursbólkum. Í 2013 høvdu 1.364 fólkapensjónistar inntøku, ið lá 10,5% undir markinum fyri fátækraváða. Fjórða hvør kvinna yvir 67 ár – ella 24,9% – livdi í fátækraváða í 2013, meðan talið á monnum yvir 67 ár, sum livdu í fátækraváða, var 17, 4%.

Fyri árið 2013 var fátækraváðamarkið 128.088 kr. og vísa tøl hjá Hagstovuni, at miðinntøkan hjá teimum, sum vóru undir fátækraváðamarkinum, var 114.596 kr. Hetta merkir, at 1.364 fólkapensjónistar høvdu miðinntøku uppá 114.596 kr. um árið at liva av. Skulu teir knapt 1.400 fólkapensjónistar verða lyftir uppum fátækraváðamarkið, er neyðugt at inntøkan eftir skatt hjá hesum pensjónistum verður hækkað heilt munandi.

Persónur er fátækur, um hann 3 ár ella longri hevur havt inntøku, ið liggur undir fátækraváðamarkinum
Hagstovan vísir á “at um persónur, sum trý til fimm ár á rað hevur havt inntøku, ið liggur undir fátækraváðamarkinum, er talan ikki einans um fátækraváða, men um veruligt fátækradømi í mun til restina av fólkinum”.

Upplýsingar hjá Hagstovu Føroya vísa, at gongdin seinastu trý árini og somuleiðis fimm tey seinastu árini var, at ávikavist 1.823 og 941 fólk høvdu eina inntøku, sum lá undir fátækraváðamarkinum. Av hesum vóru tað 716 fólk yvir 67 ár, ið høvdu inntøku, sum hevur ligið undir fátækraváðamarkinum í 3 ár, meðan 489 fólk yvir 67 ár høvdu inntøku, sum hevur ligið undir fátækramarkinum seinastu 5 árini.

Fátækradømi millum pensjónistar veksur alsamt
Fátækradømi millum pensjónistar er sambært Hagstovu Føroya støðugt vaksið seinnu árini. Í 2011 vóru 16,8% av øllum fólkapensjónistum í fátækraváða, í 2012 varð talið á fólkapensjónistum, ið livdu í fátækraváða, komið upp á 20%. Í 2013 er talið á fólkapensjónistum, sum liva í fátækraváða, vaksið upp í 21,3%.

Fólkapensjónistar fáa ikki lyft seg upp úr fátækradømi við at arbeiða
Við tað at hesir pensjónistar eru 67 ár ella eldri, kann ikki væntast, at tey kunnu lyfta seg úr fátækradømi við at arbeiða. Verður onki gjørt frá politiskari síðu at lyfta hesar fleiri hundraðtals fólkapensjónistar úr fátækradømi, má væntast at teir – eisini komandi árini – fara at liva eina tilveru í fátækradømi.

Pensjónistar fáa ikki endarar at røkka saman
Dimmalætting vísti í grein hin 15. mai 2015, sum hevði yvirskriftina “Eru Føroyar vorðnar eitt biddaraland” á, at nógvir fólkapensjónistar, sum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, fáa ikki endarnar at røkka saman og megna ikki at klára seg fíggjarliga uttan hjálp frá góðum fólki, ella rættari uttan hjáp frá góðum børnum. Fátækrastøðan kennist tung, ómegdarkensla og kensla av maktarloysi eyðkennir gerandisdagin. Strongda og fastlæsta fíggjarstøðan kennist eyðmýkjandi.

Í greinini í Dimmalætting vísir navngivin fólkapensjónistur á, at hon hevur ikki pening t.d. at fara til frisør, ikki ráð at fara til læknaviðmælta viðgerð hjá fysioterapeuti, ikki ráð at fáa tannviðgerð. Og hava hjúnini ikki ráð at umvæla sær húsini, tí tey hava ikki pening at fíggja slíkt lán v.m. Ein annar pensjónistur, ið ynskir at verða dulnevndur, greiðir í nevndu grein frá, at hann ikki klárar seg fyri pensjónina og fær hjálp frá børnunum, ið lata honum kjøt og annan mat hvønn mánaða.

Politiska valdið má lyfta fólkapensjónistarnar úr fátækradømi
Fólkapensjónin varð í 1959 sett í verk at fyribyrgja neyð og armóð hjá eldra ættarliðnum. At fyribyrgja at fleiri hundraðtals fólkapensjónistar – ár 2015 – ikki framyvir verða noyddir at liva av almennari veiting, ið liggur langt undir fátækramarkinum, er neyðugt, at politiska valdið tekur sær um reiggj og hækkar fólkapensjónina og/ella útgjaldið úr Samhaldsfasta. Fólkapensjónistar, ið einans hava fólkapensjón, brennistuðul og samhaldsfasta at liva av, mugu fáa hægri veiting at lívbjarga sær fyri, hetta ongantíð ov skjótt.  

Ein hækkan av útgjaldinum hjá Samhaldsfasta uppá 1.000 - 1.200 kr. um mánaðin hevði bøtt støðuna. Ein slík hækkan av útgjaldinum hjá Samhaldsfasta vildi lyft teir á leið 2.000 fólkapensjónistar, ið nú einans ella nærum einans hava fólkapensjón, brennistuðul og samhaldsfasta at liva av, burturúr fátækrastøðu.

Tað hevur skund at lyfta fólkapensjónistar, ið einans ella nærum einans hava fólkapensjón, brennistuðul og samhaldsfasta at liva av, burturúr fátækradømi. Hetta soleiðis at øll eldri í Føroyum kunnu fáa møguleika at liva eitt liviligt lív uttan tyngjandi og eyðmýkjandi fátækradømi.

Tórshavn, hin 18. juni 2015

Ingrid S. Henriksen