Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd: Varðin Pelagic á Facebook.

Fastlønt SL starvsfólk taka arbeiði frá hungrandi suðringum

Tað er langt síðani staðfest, at størsta arbeiðsloysi er í Suðuroynni.

Soleiðis byrjar ein Suðringur bræv, ið hann sendir til Oyggjatíðindi. Hetta, ið nú hendir pínir mannin, sum hevur familju at forsyrgja, tí arbeiði kundi verið til hansara. Hann sleppur bara ikki framat fyri grammum SL starvsfólki, sum hava frívikur, ella avspáka við fullari løn, og byrja kortini beinanvegin at kappast í móti teimum, sum frammanundan sutta uppá labban, at vita um ikki sveittadropin kann geva ein linna uppá svongdina.

Hann sigur soleiðis í brævinum:
Limir i Navigatørfelagnum, sum sigla sum yvirmenn hjá Strandferðsluni eru i FRÍVIKU VIÐ FULLARI LØN ELLA AVSPÁKA VIÐ FULLARI LØN, FARA TIL ARBEIÐIS, HAR NÝGGJA VIRKIÐ VERÐUR BYGT UPPAFTUR Á TVØROYRI.

Alt hetta hendir, medan nogv ganga uppá ALS, og onnur fáa forsorgarhjálp, og hinir sutta fingrar.

Hetta leggja gribbar onki í, sum fáa fasta løn, plus alt tað, tey fáa omaná, sum tey arbeiða í frívikuni, sum eisini gevur teimum eyka løn. Nær fáa hesi fólkini nokk? Er onki mark. Eru eingi fakfeløg, at steðga hesum fólkum, sum halda øllum hinum niðanfyri hungursmarkinum?!

Hví grípur "Als" ongin inn her?!

Hava hesi ikki nokk í at vera limir í fakfeløgum, sum Skipara og Navigatørfelagnum? Nei! Eg spyrji bara? Sovorin fólk máttu skammast, eru respektleys, og áttu at verðið vend niðri á bryggjuni, og fingið fótin í afturpartin. Hesi hava onki at gera har. Tey hava stóra løn, meðan frívikan er, ella meðan tey avspáka.

Hvat er hetta fyri nakað. Sikken ein stór skomm, sigur keldan úr Suðuroynni, sum heldur, at hetta er ein syrgilig sjón at uppliva í einum landi, sum sigur seg vera so framkomið, at pláss ikki er fyri at hjálpa teimum, sum treingja mest. Hvar er nú Javnaðarflokkurin, ið bant seg til at tryggja teimum, sum endaðu í neyðini og elendigheitini?

Nú hevur flokkurin maktina. Er neyðin í Suðuroynni ikki nóg stór, at tað skal vera neyðugt, at uppfinna hana uppaftur størri, enntá við hjálp frá ríkum kroppum, sum hava nokk frammanundan? Hvar er sosialpolitikkurin í hesum samfelagnum, verður spurt.

Og hvar er solidariteturin, verður rópt!!!!