Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag


FAS lýst sum hentleikaflagg av ITF

Tíðindi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag: ITF hevur síðan 1948 ført eina Flag Of Convenience (FOC) kampanju. Endamálið er at forða fyri, at reiðarar flyta síni skip í aðrar skipaskráir fyri at sleppa undan ávirkan frá fakfeløgum ella fyri at dumpa lønarlag og trygdarstøði. Fyri fløgg á FOC listanum liggur samráðingarrætturin hjá fakfeløgum í upprunalandinum hjá skipinum ella reiðarínum. Sáttmálarnir skulu gera saman við fakfeløgum í heimlandinum hjá sjómonnum.

Norsk Sjømans Union, Seko úr Svøríki og CO Søfart úr Danmark høvdu heitt á ITF um at seta FAS á FOC listan tí reiðarí úr teirra londum hava ella ætla at skráseta mong skip undir FAS.

ITF hevði tvær grundgevingar fyri hesi avgerð. Tann fyrra er at fyri meir enn 50% av skipunum liggur veruligi ognarskapurin av skipunum ikki í Føroyum. Seinna grundgevingin er, at føroyska FAS lógin forðar føroysku manningarfeløgunum í at gera kollektivan sáttmála fyri útlendskar sjómenn við FAS skipum. Hetta er greitt brot á ILO konventiónina um rættin hjá sjómonnum til kollektivan setanarsátmála.

Talan er sostatt um, at FAS heilt greitt uppfyllir treytirnar hjá ITF fyri FOC fløgg. Vit skulu ikki tulka hesa avgerð, sum illvilja frá fakfeløgum í grannalondunum. Heldur er talan um, at tey vilja tryggja sær sín sjálvsagda samráðingarrætt.

ITF hevur brúkt nærum eitt ár um at viðgera hetta mál. FAS er ein samansett skipaskrá, sum hevur bæði føroysk og “útlendsk” skip. Í løtuni eru 40% av skipunum upprunaliga føroysk. Tað hevði eisini stóran týdning, at so stórur partur av manningum á FAS skipunum eru føroyingar.

ITF gjørdi av, at tey skip sum føroysk reiðarí eiga, og tey fremmandu skipini, sum føroyingar manna verða ikki mett sum skip undir hentleikaflaggi. Sostatt fær hendan avgerðin ikki nevniverda ávirkan fyri føroysku manningarfeløgini.

Føroysku manningarfeløgini eru sjálvandi hørm um at hendan støðan er íkomin, og vit høvdu eitt annað tilmæli til ITF. Vit ráddu til at einstøk skip ella reiðarí vóru lýst sum FOC, hetta kann gerast sambart ITF reglugerðini.

Hóast vit høvdu nakað av undirøku fyri okkara uppskoti, so helt meirilutin, at tað sendi ein greiðari politiskan boðskap at lýsa alt FAS sum FOC flagg. Ein innahýsis arbeiðsbólkur í ITF verður settur at fylgja gongdini í FAS. Serliga skal fylgjast við støðuni viðvíðkjandi samráðingarættinum í FAS lógini. Eisini skal fylgast við um innflaggingin í FAS heldur áfram við somu fer. Greiða skal eisini fáast á um reiðarar fáa óvanliga góðar skattasømdir í FAS. Arbeiðsbólkurin, sum føroysku feløgini eisini verða víð í, skal innan eitt ár boða frá um eventuellar broytingar, sum kunnu geva grundarlag fyri at taka FAS burtur av FOC listanum aftur.

Fleiri av heimsins størstu skipaskráum eru á FOC listanum og flestu av teimum eru á hvíta listanum hjá IMO. Hetta er eitt yvirlit yvir tey lond, sum klára seg best í Port State Control av skipum. Vit skulu undirstrika at FOC listin hjá ITF bert er eitt amboð til at definera hvar samráðingarrætturin skal liggja. Sostatt kunnu lond, sum eru á hesum lista saktans hava eina dygdar sjóvinnu.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Eyðstein Djurhuus, formaður