Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FAS er ein inntøka fyri landskassan

Viðmerking frá RFF til §52a fyrispurning frá Sonju Jógvansdóttir til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í dag svarað § 52a fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, um, hvussu FAS roynist landskassanum. Í svarinum verður gjørt upp, hvussu beinleiðis peningarenslið orsakað av FAS er í og úr landskassanum. 

 

Spurningurin frá Sonju Jógvansdóttir er ógvuliga ítøkiligur og smælur, og tí kann svarið ikki vera so nógv øðrvísi enn tað er. Tí hevur Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) ikki viðmerkingar til svarið annað enn at staðfesta, at FAS ikki kostar landskassanum eina krónu.

 

Spurningurin frá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, og svarið frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu síggjast herhttp://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=813&menuChanged=55

 

Svarið frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum er tó ikki allur sannleikin, og tað er týdningarmikið at leggja afturat, at samfelagsligi týdningurin av FAS ikki einans kann gerast upp eftir beinleiðis ávirkanini á landskassan.

 

Lønarinntøkur undir FAS

Lønarinntøkur undir FAS eru meira enn tvífaldaðar síðan FAS-skipanin varð broytt. Hóast ikki øll skip og allar lønir í vinnugreinini eru undir FAS, eru hesar lønir tó ein góð ábending um, hvussu týdningarmiklar lønarinntøkurnar úr vinnugreinini eru fyri føroyska samfelagið, og um at shipping og FAS-skipanin geva eitt munandi ískoyti til peningarenslið inn til Føroya.

 

 

Afturat hesum koma arbeiðsmarknaðargjøldini, sum bæði reiðarí og manning rinda, og hesi verða ikki afturborin. Sambært Sjóvinnupolitikkinum 2017 vórðu í 2015 goldnar 29,7 milliónir í arbeiðsmarknaðargjøldum.

 

Starvsfólk innan shipping

Kanning hjá RFF vísir, at limir felagins hava útvið 1350 sjófólk í starvi. Av hesum eru umleið 600 føroyingar, knapt 400 úr hinum norðanlondunum og umleið 350 aðrastaðni frá.

 

Ofta verður sagt, at hesi fólkini høvdu bara siglt undir øðrum flaggi ístaðin, so tað ger einki, um vit ikki hava eina føroyska altjóða skipaskrá. Hetta er bara lutvíst rætt. Tað, at manningarumsitingin liggur í Føroyum, merkir eisini, at fleiri føroyingar enn annars fáa starv umborð á hesum skipunum. Vóru skipini undir øðrum flaggi, flutti manningarumsitingin eisini, og tá hevði lutfallið millum føroyingar og útlendingar umborð á skipunum ógvuliga sannlikt verið øðrvísi.

 

 

Umframt manningarumsiting hava fleiri av reiðaríunum lagt alt sítt reiðarívirksemi í Føroyum.

FAS hevur sostatt havt við sær, at vinnugreinin er vaksin, og sama er talið av fólki, sum arbeiðir í vinnugreinini. Kanning hjá RFF vísir, at útvið 300 fólk á landi hava sín vinnuveg í einum reiðaríi, sum er limur í RFF.

 

Førleikar innan shipping

Shippingvinnan hevur tørv á førleikum, sum føroyingar vanliga eru sterkir í. Her verður hugsað um vanligar førleikar innan sjóvinnu og sjóvinnuumsiting. Men harafturat hevur shippingvinnan eisini tørv á førleikum, sum eru serligir fyri shippingvinnuna, og sum eru lutfalsliga nýggir í Føroyum. Fleiri og fleiri føroyingar hava nú hesar førleikar, og hetta er eisini við til at hækka førleikarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum yvirhøvur og eisini innan almennu umsitingina.

 

Hetta gevur eisini grundarlag fyri nýggjum útbúgvingum, skeiðstilboðum o.l. í Føroyum, og hetta kann við tíðini gerast eitt áhugavert tilboð bæði til føroyingar, sum kanska annars høvdu leitað sær út um landoddarnar at nema sær kunnleika, men eisini til útlendingar, sum velja at koma hendanvegin at fáa sær útbúgving.  

 

Shippingvinnan styrkir føroyska samfelagið

Við FAS og shipping fáa Føroyar enn eina vinnugrein, sum ger mun. Og at hava fleiri sterkar vinnugreinar er við til at gera mótstøðuførið hjá føroyska samfelagnum og búskapinum størri.

Mett verður, at vinnugreinin umsetur fyri einar 2 milliardir árliga, og varliga kann verða mett, at umleið helmingurin av hesum er frá útflutningi. Shippingvinnan er tí ein rættuliga týdningarmikil partur av føroyska búskapinum.    

 

Harafturat er shippingvinnan ikki einans tengd at samfelagsgongdini í Føroyum, men heldur at gongdini í heimsbúskapinum. Hetta merkir, at serliga stóru konjunktursveiggini, sum eyðkenna føroyska búskapin, verða javnað við eini slíkari vinnugrein.

 

Tað ber sostatt ikki til at meta um FAS skipanina einans við at hyggja eftir beinleiðis ávirkanina á landskassan, hóast vit kunnu staðfesta, at FAS skipanin ikki hevur negativa ávirkan á landsskassan yvirhøvur. Tað er harafturat týdningarmikið at minnast til, at uttan FAS var neyvan nøkur munagóð shippingvinna yvirhøvur í Føroyum, og var tað støðan, hevði føroyska samfelagið uttan iva verið veikari og meira viðbrekið. Og tað hevði ávirkað landskassan skeiva vegin.

 

Ein føroysk shippingvinna, sum í øllum liðum kann verða skapt í Føroyum, er týdningarmikil. Reiðarafelagið fyri Farmaskip tekur tí undir við visjónini í almenna sjóvinnupolitikkinum, sum er henda:


Føroysk shippingvinna skal verða ein týðandi leikari í altjóða høpi, sum skapar avkast, framburð og vælferð.

 

Leinki til ársfrágreiðingina hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskiphttp://www.industry.fo/kunning/boklingar-og-fragrei%C3%B0ingar/arsfragrei%C3%B0ingar

Leinki til almenna Sjóvinnupolitikkin 2017https://www.uvmr.fo/fo/arbeidsoki/vinnumal/sjovinna/