Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Faroes for sale

Tórbjørn Jacobsen, skrivar:

“Føroya landsstýrið hevur á fundi í gjárkvøldið tikið avgerð um at flyta fiskimarkið. Ella rættari, føroyska heimastýrið hevur strikað fiskimarkið. Harvið verða havleiðirnar kring oyggjarnar hereftir skipaðar samsvarandi altjóða rætti annars, og skip úr øllum londum hava nú frítt at fara inn í klettin. Á sama fundi avgjørdi landsstýrið at niðurleggja Fiskiveiðieftirlitið, at lýsa vaktarskipini og “Magnus Heinason” til sølu, at laða upp í dyrnar á Havstovuni og sáttmálin við Atlantsflog um tyrluflúgving er uppsagdur. Sjómarkið er framvegis 3 fjórðingar úr beinum linjum, hóast fiskimarkið sum sagt er strikað.”

Var hetta ein tíðindastubbi í fyrstu tíðindasendingini árla á morgni hjá Útvarpinum, hevði mangur stúrsað við. Tey minni bláoygdu høvdu kanska ikki hvokkið, men farið í kalendaran fyri at vita um tað var 1. apríl. Og hóast hetta tykist bakvent, paradoksalt, so er tað ikki víst, at dagurin er so fjarur, táið fiskimarkið at kalla ongan týdning hevur longur, at rættur tjóðarinnar til tilfeingið er seldur umvegis merglopnar politikarar og lúnskar kraddarasálir, strámenn, handlaður undirhonds og í keypsskálum í metropolum, har turbokapitalisman og bløðrubúskapurin húsast.

Fiskimarkið – eitt hugsjónarligt stríð

Stríðið um fiskimarkið var eitt hugsjónarligt stríð. Ein eksistensiellur bardagi um verðsliga tilverugrundarlag føroyinga tá - og í ókomnum døgum. Tað ráddi um at skipa spísikamarið, - at tryggja búskaparliga grundarlagið undir tjóðini. Man gongur ongum ov nær við at siga, at politiski høvuðseksponenturin í hesi ætlan var Erlendur Patursson. Óræddur og miðsøkin bardist hann í áratíggju fyri at røkka hesum máli, hóast mangur helt hánt um eina “svangliga” framtíð, bara burturúr tí, sum heimaleiðirnar kundu geva av íkasti til búskapin. Víðsjónin vinnur sjáldan í samtíðini, men í dag liggja globalir matadorar og sleva framvið fiskimarkinum, fyri at eiga rættin til gullgoymsluna hjá Føroya fólki.

Eftir at fiskimarkið var flutt út í 1977 var Føroya búskaparliga støða greitt skilmarkað. Grundarlagið var 275 túsund ferkilometrar av havleið, og nú bar til at gera býtishandlar við onnur lond og at gera strandalandasáttir við grannarnar um ferðandi fiskastovnar.

Svimjandi tilfeingið er bara varandi og støðugt, um stovnsrøktin er optimal. Her hendi skammlopið eftir 77, táið rakstrarroknskapir hjá einum skeivt samanskrúvaðum flota, ið kom úr ymsum heraðshornum, av mið- og fjarleiðum inn á heimaleiðirnar, vann á neyðuga fyrilitinum fyri fiskastovnunum. Tá tað gekk galið, vóru bara tveir knøttar at trýsta á, umstrukturering ella subsidiering. Valið fall á lættaru loysnina, í stutttíðaroptikkini, og seinri var hetta orsøkin til eitt tað størsta búsparskrædlið í heimssøguni - eftir at Føroya fólk, eigarin av tilfeinginum, var tvingsilshildið til at gjalda góðar 13 milliardir krónur í ymsum stuðulsveitingum. Tjóðin var endað í einari limbo. Einum svørtum holi, har fólkið hevði goldið dýrt fyri at foykja sítt egna grundarlag burtur í royki og stáli.

Fiskidagaskipanin

Nú kundi ein roknað við, at onkur hevði lært av hesum dárskapi, men tað er so eiðasørt. Eftir at Føroyar vóru endurskipaðar búskaparliga, og flotin at kalla totalsaneraður, var stundin komin til eina nýggja byrjan. Nógv kjak var um, hvussu fiskiveiðan á Føroya-grunninum skuldi skipast til frama fyri fiskimenn, reiðarar og samfelag. Eftir eitt kvota-bypass bleiv semja um hesa legendarisku fiskidagaskipanina, sum onkur hevur rópt heimsins bestu fiskiveiðiskipan. So genial skuldi hon vera, at onkur politiskur flokkur hevur rikið víðfevnt missiónsvirksemi uttanlands soleiðis, at eisini aðrar fiskivinnutjóðir kundu hava hesa prototýpuna – hetta biologiska ævinliga gonguverk – til fyrimyndar.

Agressiviteturin er neyðuga heimafylgjan hjá veiðimanninum, annars kann hann ikki brúkast. Lyndið skal slota fram at øllum hugsandi mørkum, men í einum annars avmarkaðum marknaði stendur og fellur langtíðarúrslitið við merginum hjá ráðandi politisku skipanini. Eru avreiðingartølini niðanfyri ein spegilsmynd av rikna fiskivinnupolitikkinum hesi seinastu nógvu árini, so kann lesarin sjálvur gera sær eina mynd av, hvussu tað hevur vignast, og hvussu úrslitið annars kundi havt verið, um stovnarnir vóru røktir samsvarandi tesuni um, at hesir eru varandi búskaparliga grundarlagið undir føroysku tjóðini.

Sí mynd niðanfyri

Samanbera vit avreiðingartølini fyri 2002 og 2011 sæst, at munurin er 70 túsund tons tann skeiva vegin. At landað eru 70 túsund tons færri av teimum trimum høvuðsstovnunum, sum búskapurin skal standa á, í 2011 í mun til 2002. Í eini støddfrøðiligari akkumulatión ber til at rokna seg fram til, hvat hendan politiska vanstýringin hevur kostað føroyska samfelagnum higartil. At tað hvørki snýr seg um krónur ella milliónir, men um milliardir av krónum, er tó greitt við fyrsta eygnabragdi.

Rullandi loyvir

Grundarlagið undir fiskidagaskipanini er loyvisskipanin. Brúksrætturin, sum skip fáa frá Føroya fólki, at reka vinnu við. Fiskiloyvini eru meira áhugaverd enn veiðiloyvini, og eftir at ein 10-ára kringekja (karussel) varð sett inn í hesa skipan í 1998, meðan Fólkaflokkurin stjórnaði fiskivinnupolitikkinum í landsstýrinum og Tjóðveldisflokkurin fiskivinnupolitikkinum í vinnunevndini, hamskiftust loyvini frá at vera brúksrættur til at vera ein spekulatiónsvøra. Vinnan ageraði sum um, at ognarrætturin var staðfestur, ella í minsta lagi sum um at mergurin var lopin úr rygginum á politisku skipanini, soleiðis at seráhugamálini høvdu vunnið á samfelagsatlitunum. Sølurnar síðani, har almenn loyvir eru seld fyri ørandi upphæddir, har milliardir hava skift hendur í eini óskipaðari privatari Tilfeingisbúð, tala fyri seg sjálvar.

Í 2007 mátti Bjørn Kalsø gera eitthvørt við hesa spávøluna. 10-ára mótið nærkaðist. Hann royndi ein Klaksvíks-Bigga, táið hann legði uppskot fyri tingið (við fyrrverandi floksfeløgunum í Fólkaflokkinum sum sufflørum) um at gera loyvini endaliga rullandi. Vit buktaðist dagar og nætur, untu okkum ikki neyðuga náttarsvøvnin í royndini at steðga eini nationalari tragediu. Tað eydnaðist umvegis fleiri loynistíggir at venda reykinum á Javnaðarflokkinum, og stríðið var vunnið í fyrstu atløgu, ímillum aðru og triðju viðgerð - á sjálvari málstrikuni. Annars var 2018 problematikkurin ongantíð vorðin aktuellur. Fullkomna og endaliga avreiðingin av fólksins ogn var tá ein farin og jarðaður trupulleiki.

Rullandi loyvir, makrelur og búskaparliga grundarlag føroyinga

Gravgangur er nú eftir tilfeinginum í føroyska sjóøkinum, sum einaferð var so lítið umhildið. Teir stóru fremmandu aktørarnir eru komnir upp undir loftið í egnum nationalum avmarkingum og slota tí eftir øllum møguleikum fyri ekspansión. Teir tevja blóð í Føroyum, og teir vita, at fullkomið hugsjónarloysi gøllheldur politiska meirilutanum, nú ABDH-samgongan hevur ræði á fólksins ogn – tilfeinginum.

Kampurin stendur um rættin, um ævinliga rættin til tilfeingi undir Føroyum. Skal hann framvegis verða ogn Føroya fólks ella skal hann umvegis ússaligar stressmappudreingir í strámannabúna frameftir verða matrikuleraður í treytaleysum skeytum til Pacific Andes, Már´in á Akureyri, Parlevliet og Van der Plas, - bara fyri at nevna nakrar av teimum, sum vit longu bera kenslu á?

Kampurin um rættin er kampurin um búskaparliga grundarlagið undir tjóðini. Eksistensielli bardagin um framtíðina hjá føroyinginum. Skal ognarrætturin, avkastið og virðisøkingin avreiðast til útlendingar ella ætla vit sjálvi at stjórnað lunnindunum, sum víðsjónin álegði okkum, tá vit ásettu okkum egið spísikamar innanvert 200 fjórðingar úr ytstu landamørkum?

Makrelurin kámar nú fyri útsýninum til veruliga trupulleikan í fiskivinnupolitikkinum. Nýggi gullkálvurin, sum dregur vitið úr høvdinum. Klondyke hevur bast skynseminum. Vanligum skili. Tað er rætt at brúka hvøss vápn í tilfeingiskrígnum ímóti ES og Noreg, men í hesum intermezzo, við eini óvanliga stórari kvotu, er ovurstóri kapitaltørvurin kanska atvoldin til, at systemið boygnar, prinsippini vera slept og frumrætturin hvørvur. Sjálvt patriotar sum Kristan Martin og Dunga-Jákup kunnu í ringasta føri koma undir eitt so ovurhonds stórt trýst, at teir fara at ivast í, hvat ráðiligt er at gera.

Vit standa við eitt vegamót. To be or not to be. Hugsjónin hjá Erlendi í stríðnum fyri fiskimarkinum var greið. Fiskimarkið skuldi vera búskaparliga grundarlagið undir Føroyum. Undir einum sjálvberandi búskapi, sum aftur kundi vera fundamentið undir føroyska nationalstatinum. Ongin ivingur er um hetta. Á hesi slóð krevst, at ognirnar framhaldandi verða tryggjaðar á føroyskum hondum. Merkantilistarnir í Fólkaflokkinum eru líkaglaðir við alt, bara mammon trívist á fremstabeinki, táið landsfundur er. Klaksvíks-Bigge royndi seg sum løðarstein hjá strámonnunum. Royndin miseydnaðist í fyrstu syftu, men allar súður eru ikki syftar. Fiskivinnulóggávan má broytast soleiðis, at møguligi útlendski ognarrætturin, knýttur at sjálvum loyvinum (nú 1/3), verður útraderaður í lóggávuni (0%), og hartil mega fiskiloyvini avlúsast fyri alt sum líkist spekulatiónsvanda. Tilfeingisbúðin er eitt boð til eina loysn, men eru fleiri og betri boð, so mega tey leggjast fram í ljósan dag sum snarast.

Um løgmaður hevur sæð skriftina á bróstinum veit eg ikki. Hann situr á mangan hátt á einum uriasposti. Fylgir hann Fólkaflokkinum, stendur hann eftir í søguligu annalunum sum maðurin, ið avreiddi frumburðarrættin á fremmandar hendur. Tá kann tað gangast honum sum Belsazzar, Kaldeakonungi, eftir at Dánjal hevði týtt honum skriftina á vegginum. “Mene, mene, tekel ufarsin !” “Guð hevur talt ríkisár tíni og leitt tey at enda. Tú ert vigin á vágskál, men funnin ov lættur. Ríkið títt er sundurskift og givið Medum og Persum.”

Mátti Kaj Leo, politiski oddviti landsins, annaðhvørt lagt frá sær ella vent um í fiskivinnuspurninginum, so var alra ringasti skaðin bastur. Nú ein dagin var eg so óskettin, at eg misti fløguna “Beatles for sale” á gólvið, og hon støkk sundur. Hon fæst aftur, kann tvítakast. Transparenturin, “Faroes for sale”, sum skyggir út um allan heimin í hesum døgum, má roytast niður úr neonglæmuni, tí eru tær fyrst farnar, oyggjarnar, tjóðin, verðsliga grundarlagið, koma tær ongantíð aftur, - og stríðið, knossið og tankagóðsið hjá meira enn 40 ættarliðum hevur tá verið til fánýtis.