Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Faroe Pelagic: Byggja stóra frysti- og pakningsgoymslu í Kollafirði

Tórshavnar Býráð hevur játtað eini umsókn frá Sp/f P. P. Faroe Pelagic um langtíðar leigu av øki á havnarlagnum í Kollafirði til bygging av frystigoymslu og goymslu til pakning.

Sp/f P. P. Faroe Pelagic hevur søkt Tórshavnar kommunu um loyvi at leiga lendið millum frystigoymsluna hjá Samskip og uppsjóvarvirkið hjá felagnum í Kollafirði. Økið, sum talan er um, er umleið 4.600 m2 til víddar. Eisini søkir felagið um loyvi at leiga lendi upp á 350 m2 til goymslu av pakningi.

Sp/f P. P. Faroe Pelagic byrjaði sítt virksemi í desember 2009. Síðan virkið lat upp aftur, eru fleiri útbyggingar gjørdar, og framleiðsluorkan er í løtuni umleið 900 tons um døgnið, men málið er at koma upp á 1.200 tons.

Brúk er tí fyri størri goymslu, og við egnari goymslu fær virkið betri stýrt øllum liðum, frá tí at rávøran verður keypt, til liðugvøran verður avskipað. Faroe Pelagic fer eisini at hava tørv á at nýta frystigoymsluna hjá Samskip.

Faroe Pelagic ætlar at byggja á øllum økinum frá tí verandi pelagiska virkinum til frystigoymsluna hjá Samskip. Goymslan skal verða eins høg og breið, sum goymslan hjá Samskip. Á tann hátt verður lættari at binda bygningarnar saman, og at tað soleiðis kann verða arbeitt undir taki alla tíðina.

Felagið ynskir eisini at útbyggja verandi pakningsgoymslu. Ynski er um at byggja goymsluna oman úr vestara horni á pelagiska virkinum, 20 m frá bryggjukantinum.

Havnameistarin hevði ikki stórvegis viðmerkingar um økið, sum talan er um at byggja á, annað enn tað, at tað verður í løtuni brúkt av Samskip til bingjupláss. Um økið verður leigað út til bygging af frystigoymslu, kunnu bingjuskipini hjá Samskip ikki leggja at har, men mugu ístaðin vísast til økið á Oyrareingjum.

Bæði tekniski stjórin, býararkitekturin og byggi- og býarskipanarnevndni tóku undir við málinum, treytað av góðkenning í havnanevndini. Síðan hava bæði havnanevndin og fíggjarnevndin tikið undir við tilmælinum at geva loyvi, og í kvøld samtykti býráðið málið.

Kelda: www.torshavn.fo