Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FAROE ISLANDS PODCAST ER VORÐIN ÁRSINS EVROPEISKI PODCAST

Faroe Islands Podcast vann tvær virðislønir í ársins European Podcast Awards - tann fyrra sum Ársins Evropeiski Podcast í "non-profit" kategoriini, sum er ein av fýra kategorium í kappingini og so tann seinna sum besti "non-profit" podcast í Danmark.

Vinnararnir í European Podcast Awards 2011 eru nú avdúkaðir. Fyri at fáa heiðurin sum nr. 1 í "non-profit" kategoriini, mátti Faroe Islands Podcast vinna á meira enn 2.000 kappingarneytum úr níggju ymiskum londum.

"Okkara podcast er lítil og snýr seg um eitt lítið land, og vit vóru upp móti stórum kappingarneytum. So vit eru sera bilsin og glað um, at vit vunnu, " sigur Matthew Workman, sum stovnaði podcastin í 2009 saman við føroyska vini sínum Tollakki Hansen. "Vónandi fer hetta at fremja mál okkara um at vekja ans í heiminum fyri, hvussu framúrskarandi Føroyar eru."

Sjálv gongdin við at útnevna bestu podcastarnar í European Podcast Awards byrjaði síðsta summar, har lurtarar kundu velja út og atkvøða fyri teirra yndispodcastum. Ein dómsnevnd við serfrøðingum úr øllum Evropa dømdi podcastarnar og staðfesti endaligu støðuna. Meira enn 2.000 podcastar vóru útnevndir, og meira enn 1 mió. atkvøður vóru við í atkvøðugreiðsluni.

Vertur í Faroe Islands Podcast er Matthew Workman, journalistur við støði í USA, og framleiðari er Tollakkur Hansen, sum býr í Sandavági. Elin Brimheim Heinesen og Michael Reveal fullfíggjað podcast toymið í Føroyum.

Í meira enn 130 podcast sendingum, hevur Faroe Islands Podcast havt samrøður við tónleikarar, politikkarar, journalistar og onnur merkisverd fólk bæði í Føroyum og uttanlands, sum hava serligan áhuga fyri Føroyum. Væl umtóktir gestir í podcastinum hava m.a. verið løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, Stanley Samuelsen, New York Times journalisturin Stephen Metcalf og spøkilsini inni í tunnellunum norðanfyri Klaksvík. Birgir Kruse og Heri Simonsen geva eisini javnan síni íkøst til podcastin.

Faroe Islands Podcast verður tikin niður av túsundavís av lurtarum á netinum úr næstan 100 ymiskum londum. Serligar útgávur av 26 podcast sendingum eru sendar í Kringvarpi Føroya.

Til ber at lurta og fáa meira at vita um podcastin her:

http://faroepodcast.blogspot.com/

Sjálv handandin av virðislønum á netinum sæst her (spola fra til uml. 09:00):

N.B. Viðheftar myndir eru av vertinum Matthew Workman og framleiðaranum Tollakki Hansen.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cDgPqPft-oU]