
Faroe Expo verður 22. og 23. oktober
Fyriskipararnir leggja í ár serligan dent á, at seinnu árini hevur nógv verið tosað um útlendskan ognarlut í føroysku vinnuni, og hvørji árin hetta hevur á einstakar vinnugreinar og samfelagið sum heild. Hví gera útlendsk feløg íløgur í Føroyum og eru føroyingar eins raskir at gera íløgur uttanlands?
Á ráðstevnuni verða fyrilestrar við John Rajani, stjóra í Bank Nordik, og Teitur Samuelsen, stjóra í Eystur- og Sandoyartunlar. Eftir fyrilestrarnar verður kjak um evnið “Føroyskt uttanlands, útlendskt í Føroyum” við búskaparfrøðingi, samfelagsfrøðingi, vinnulívsfólki og politikara. Uni Arge stýrir kjakinum.
Les meira um Faroe Expo á heimasíðu teirra: http://www.faroexpo.fo/en/