Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Farið verður nú í gongd við brúnna um Sandá

Í gjár var sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Sp/f Andrias Berg um fyrsta byggistig í sambandi við gerð av brúgv um Sandá.

Fyrsta byggistig umfatar rundkoyringar og tilhoyrandi íbindingar báðumegin brúnna. Arbeiðið fer í gongd beinanvegin og tíðarætlanin er ávikavist 6. juni fyri rundkoyring og íbindingar argjamegin og 30. juni havnarmegin.

Kostnaðurin fyri fyrsta byggistig er árakað kr. 9,7 mió. Landsbyggifelagið hevur staðið fyri at gera prosjektið og arbeiðið verður leitt av Verkætlanardeildini hjá kommununi.

Meðan arbeiðið við rundkoyringum og íbindingum fer fram, verður prosjektið fyri sjálva brúnna gjørt, og verður tað eftir ætlan klárt at bjóða út í fyrru helvt av juni.

Væntandi verður brúgvin liðug og klár at taka í nýtslu við ársenda í 2015.