Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fara undir fjórða byggistig á Tórsvølli

Tórshavnar Kommuna og Fótbóltssamband Føroya hava í dag undirskrivað ein ráðgevarasáttmála við MAP Arkitektar, sum fevnir um prosjektering av fjórða byggistigi á Tórsvølli.

Triðja byggistig á Tórsvølli, ið fevnir um at nýggjan bygning til umsitingina hjá Fótbóltssambandinum og 900 yvirdekkaði áskoðarapláss við sunnara enda á vøllinum er í gongd, og hetta skal eftir ætlan standa liðugt á ólavsøku komandi ár. Nú er so farið undir fjórða byggistig eisini. Fjórða byggistig á Tórsvølli fevnir um at gera áskoðaraumstøður og yvirdekking av allari eystaru síðu við vøllin, yvir móti høllini á Nabb.

MAP Arkitektar fara nu undir prosjekteringina av útbjóðingartilfarinum til hetta arbeiði, og eftir ætlan verður arbeiðið boðið út í apríl komandi ár, og tað skal standa liðugt í mai 2015.

Tá ið arbeiðið at gera fjórða byggistig er liðugt, manglar bert at gera vestaru síðu, har FSF heldur til í dag, lidna, og norðara endan við Fimi lidnan. Í næstum fara umboð fyri Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssamband Føroya so undir samráðingar um at gera eina tíðarætlan fyri hesi bæði seinastu byggistigini.

Øll hesi stig gera Tórsvøll í enn størri mun til ein leikvøll við møguleika fyri at hýsa bæði ítróttartiltøkum og eisini eitt nú konsertum o.ø.