Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fara undir at byggja íbúðir til ung við serligum avbjóðingum í Havn

Nú verður farið undir at byggja íbúðir ella eitt sokallað ungdómspensjónat til ung við serligum avbjóðingum. Tað er greitt eftir at játtanarkarmarnir fyri 2014-2018 eru almannakunngjørdir.

Fakfólk hava í fleiri ár gjørt vart við, at neyðugt er við íbúðum til ung við serligum avbjóðingum, sum eitt nú hava verið á stovni í Danmark. Tá teirra fyriskipan er lokin, hevur ofta einki tilboð verið at venda aftur til í Føroyum.

Talan verður um eitt mennandi tilboð, har tey ungu, undir tryggum kørmum, kunnu brynjast og mennast til eina sjálvstøðuga vaksnamannna tilveru.

Nýggju íbúðirnar eru eisini ein liður í ætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, at fáa fleiri tilboð til børn og ung við serligum avbjóðingum í Føroyum heldur enn uttanlands.

- Vit eiga sum mest møguligt at skipa fyri tilboðum og kørmum her heima, heldur enn at senda børn og ung av landinum, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking.

Settar eru 8,3 mió. av um árið í 2014 og 2015 til nýggju íbúðirnar, sum eftir ætlan verða bygdar í Havn.