Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fara aftur at renna aftan á Seyðamanninum

Tann væl umtókta Seyðamansrenningin verður aftur í ár partur av Vestanstevnuni í Sandavági. Runnið verður frá Húsagjógv við Fjallavatn til Sandavágs. Runnið verður sunnudagin á Vestanstevnu, sum er tann 15. juli 2012.

Skipað verður fyri sonevndu Seyðamansrenningini eftir leiðini, sum Seyðamaðurin á Sondum í søgnini reið undan huldukonuni, sum býr í Húsagjógv við Fjallavatn. Teinurin er umleið 13 kilometrar langur, og slætt er at renna næstan allan vegin. Tað er bara í Vatnsbrekku úr Vatnsoyrum og niðan á Vørður, at ikki verður runnið á sløttum.

Renningin verður skipað á sama hátt sum fyri trimum árum síðan. Maður á rossabaki, Seyðamaðurin, ríður undan rennarunum og vísir soleiðis leiðina til Sandavágs, har málið er við kirkjugarðin eins og í søgnini.

Undir renningi koma luttakararnir fram við vatnstøðum, eins og fólk fara at standa við ymsu portrini á leiðini, so ongum nýtist at missa tíð orsakað av upp- og afturlating.

 Luttakararnir møta á Giljanesi, haðani bussur koyrir norður í Klovan. Haðani verður flogið við tyrlu hjá Atlantsflogi norður til Fjallavatn, eins og gjørt varð, seinast skipað varð fyri tiltakinum.

Við málið í Sandavági verður skipað fyri ymsum undirhaldi, tá rennararnir koma á mál, og rímiligt verður tikið saman og kvøðið Seyðamannin á Sondum.

Tilmelding er við at gjalda kr. 200,- á konto nr. 9181-1255977 hjá Sandavágs Ítróttarfelag. Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 12. juli 2012. Inngjaldið er galdandi atgongumerki.

Kappast verður í tveimum bólkum, kvinnur og menn. Trý tey fyrstu á mál í báðum bólkum fáa heiðursmerki, og vinnarin fær eisini ein vinning. Umframt verður ein vinningur lutaður burtur millum allar luttakararnar í kappingini.

Neyvar tíðir fyri nær møtt verður, og nær renningin byrjar, verða lýstar seinni.

v/ Vestanstevnu fyrireikararnar

Edvard í Skorðini Joensen

Úti á bø 15

360 Sandavági

tel. 594556

edvardjoensen@ymail.com