Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fantastisk móttøka

Westward Ho sigldi frá Akranesi og inn á Reykjavík í allarfagrasta veðri. Móttøkan var øgiliga góð og stórsligin. Nógvir bátar og skip tóku ímóti og kanónsløgini geltu um býin.** Føroyskir dansur var á bryggjuni, tá sluppin var komin inn. Veðrið var avbera gott og har varð boðin føroyskur matur og har var sungið og spælt.

Hátíðarfundur var uttanfyri Sjósavnið, har sjómenn vórðu heiðraðir, og har Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu.

Røða – Hátíð Havsins

Góðu íslendingar og gestir, kæru frændir okkara fyri vestan!

Úr fornum øldum og higar til dags hava íslendingar og føroyingar havt meira til felags enn aðrar tjóðir. Vit eru runnin av somu rót og hava sama blóð rennandi í æðrum okkara, millum annað tí er felagskenslan okkara millum sera sterk.

Í dag geva vit í útnorði hvørjum øðrum meira ans enn vit hava gjørt leingi. Hetta kom týðiliga fram, tá felagsgrunnurin Nuuk-Reykjavik-Tórshavn helt sín árliga fund í mai í ár á ráðhúsinum í Reykjavík.

Á hesum fundi varð samtykt at økja tilvitanina hjá og samstarvið millum bæði politikkarar og borgarar, millum annað við at hava evnisumrøður um aktuell viðurskifti í høvuðsstøðunum í útnorði.

Endamál grunnsins er júst at styrkja mentanarliga samstarvið, millum annað við at játta stuðul til mentan, undirvísing og ítrótt. Og nú verður hetta samstarv enn meira styrkt.

Fyri at víðka um samstarvið millum Ísland og Føroyar á mentanar- og ferðavinnuøkinum, gjørdu Tórshavnar og Reykjavíkar kommuna haraftrat eina menningaravtalu í fjør. Avtalan umfatar millum annað filantropiskt sluppvinaarbeiði, bæði frá Føroyingafelagnum í Reykjavík og frá Íslendingafelagnum í Føroyum.

Við okkum til Reykjavíkar hava vit tí aftur hesaferð gomlu sluppina, Westward Ho, hesaferð taldi manningin yvir um hav fleiri íslendingar – eitt beinleiðis úrslit av áður nevndu avtalu.

Altíð hava føroyingar verið vælkomnir í Íslandi, eins og íslendingar altíð hava verið tað í Føroyum. At koma til Íslands, er ikki sum at koma burtur í onnur lond, men heldur sum at vitja skyldfólk og vinir í grannalagnum.

Slupptíðin hevði við sær, at nógv og gott samband kom í lag millum íslendingar og føroyingar. Sluppirnar fóru úr Føroyum um várið og komu aftur um heystið, so hesa tíðina livdi mangur føroyingur helvtina av sínum vaksna arbeiðslívi í Íslandi.

Fyri stórthundrað árum síðani fóru føroyingar so vælmannaðir til lands í Íslandi, at okkurt árið mundu teir vera yvir túsund í tali. Síðan eru tíðirnar broyttar nógv, men eftir stendur, at slupptíðin – fram um onnur tíðarskeið – knýtti føst og varandi vinarbond millum brøðratjóðirnar báðar.

Tíbetur enda flestu havferðir í øllum góðum, og tí gevast eisini løtur við stuttleika og hugna, sum her til Havtíð Havsins í Reykjavík, ið ikki er okkum heilt fremmand.

Heima í Føroyum hava vit eisini ein árligan sjómannadag, ið verður hildin í landsins næststørsta býi, Klaksvík, har fólk í túsundatali fagna sjómannalívinum. Slíkir dagar eru enn ein áminning um okkara felagsskap og vinarbond, ið vit til allar tíðir eiga at røkja og nøra, tí einki er so gott sum at trívast millum vinir og grannar.

Við vónum um góða samvinnu og gott brøðralag vil eg takka fyri, at mær gavst høvi at siga nøkur orð á Hátíð Havsins her í Reykjavík. Takk fyri og góða hátíð!

Kelda: www.torshavn.fo