Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Famjinstunnilin nú í eygsjón - eg fegnist

Eg veit um nakar, hvussu tað er at ferðast eftir vegunum í Suðuroynni og til og frá heimbygd míni Famjin.

Tí fegnist eg almikið, at Famjinstunnilin nú skjótt gerst veruleiki.

Leingi er tað, ið væl skal vera, verður sagt. Henda tunnilsverkætlanin hevur verið politiskt umrødd í nógv harrans ár, uttan at nakað veruligt er komið burturúr - ikki fyrr enn nú seinastu 2 árini, hevur henda samgongan gørt nakað ítøkiligt við málið.

Í dag 9. september verður 1. viðgerð í Løgtinginum av:  ”Uppskot til Løgtingslóg um Famjinstunnil við tilhoyrandi vegum”.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um 169 mió. kr. til at gera tunnil millum Øravík og Famjin. Eftir uppskotinum verður tunnilin 1,2 km langur og 8,5 m breiður. Eisini skulu gerast vegir, 1 km í Øravík og 400 m í Famjin.

Ætlanin er, at tunnilin skal vera liðugur í 2023/ 2024.

Vit vita øll, at í einum oyggja- og fjallalandi hevur samferðslukervi sera stóran týdning fyri trivnað og menning - hetta at kunna samanbinda býir og bygdir og fólk, og skapa grundarlag fyri trivnaði, samstarvi og vinnuligari menning.

Nú kunnu suðuringar og famjiningar gleða seg til nýggjar tíðir, betri møguleikar fyri trivnaði og menning, umframt lættari og tryggari ferðing.

Sum tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur henda tunnilsverkætlanin sera stóran týdning, og eg fari at gera alt fyri, at verkætlanin politiskt kemur heilt á mál - hetta í einum breiðum samstarvi í Løgtinginum.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin