Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Familjur við lágum inntøkum kunnu nú søkja um familjuískoyti

Almannaverkið er nú til reiðar at taka ímóti og viðgera umsóknir um familjuískoyti.

Familjuískoyti er ein fíggjarligur stuðul, sum verður veittur familjum við børnum, sum hava lágar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi.

Tað hevur týdning, at tú søkir so skjótt sum gjørligt, tí familjuískoyti verður útgoldið frá tí mánaði, ið umsóknin er móttikin. Tað merkir, at um tú søkir um familjuískoyti í januar mánað og lýkur krøvini at fáa stuðul, fær tú stuðul fyri januar, hóast fyrsta útgjaldið av familjuískoyti ikki verður útgoldið fyrr enn seinni í ár.

Upplýsingar um, hvussu tú kanst søkja eru at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo.

Familjuískoytið er sett soleiðis saman, at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoyti 22.000 kr. um árið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava árliga inntøku upp til 190.000 kr. um árið, og lækkar ískoytið stigvíst so hvørt, sum inntøkan hækkar.

Stuðulin verður útgoldin mánaðarliga.

Løgtingið samtykti beint fyri jól at seta í gildi lógina um familjuískoyti, og lógin fær virkna frá 1. januar í ár. Endamálið við lógini er at bøta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum við lágum inntøkum, og harvið minka um barnafátækradømi í Føroyum.