Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Familjudagur til felags menning og hugna. Familjusjónarhornið hevur stóran týdning í okkara ráðgevandi arbeiði, tí tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, verður øll familjan rakt.

Familjudagur til felags menning og hugna

Krabbameinsfelagið bjóðar familjum við børnum, sum hava mist mammu ella pápa av krabbameini, til mennandi og hugnaligan familjuddag 5. september 2015 á Gjáargarði. 

Familjusjónarhornið hevur stóran týdning í okkara ráðgevandi arbeiði, tí tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, verður øll familjan rakt.

Lívshóttandi sjúka og deyði ber við sær at gerandisdagurin broytist frá tí, sum plagdi at vera, til eitt nýtt lív, sum kann vera merkt av ruðuleika, bæði praktiskt og kensluliga. Óvanligar støður taka seg upp, og nógvir tankar og truplar kenslur eru at stríðast við. Børnini skulu liva víðari uttan mammu ella pápa, ímeðan makin stendur einsamallur við ábyrgdini, og er tað sjálvsagt ein stór avbjóðing at blíva ein “vanlig” familja aftur. 

Í hesi støðu kann tað vera gevandi og mennandi at hitta aðrar familjur við somu avbjóðingum. Endamálið við vikuskiftinum er, at familjurnar í felag seta orð á tað, sum er svárt og torført, men samstundis gjøgnum spæl og stuttleika seta fokus á gleði og látur í lívinum. Familjurnar fáa rúm at vera saman og at hugna sær, og eisini minnast mammuna, pápan og makan, sum ikki longur er.

Stúranin og óttin hjá børnunum kann hava mong andlit. Summi børn óttast, at foreldrið sum livir eftir, eisini fer at doyggja. Onnur, at mamman ella pápin blíva forelskað, og ørkymlast tí tey gerast bangin fyri, at deyða mamman ella pápin verða gloymd.

Tá foreldur fáa møguleika at lurta eftir, hvørjar tankar børnini gera sær, er lættari at stuðla teimum í tí, sum er torført. Og tá børnini hoyra, hvat mamman ella pápin hugsa, gerst ímyndingin og stúranin ofta minni, og samstundis meira veruleikakend.

Familjudagurin fevnir um:

- Prát í bólkum, skipað eftir aldri hjá børnunum
- Tey vaksnu deila royndir og tankar sínámillum
- Umhugsan og samtala í stóra familjubólki
- Spæl, gongutúrar og stuttleiki
- Stundir til nærveru og samveru
- Góður matur og hugni

Staður: Gjáargarður við Gjógv.

Tíðarskeið: Leygardag 5. september 2015 frá kl. 09.00 – kl. 20.00

Pláss er fyri átta familjum, og seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 24. august 2015.