Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Famará: Fingu aftur viðhald

Vit hava enn einaferð fingið viðhald í Fiskimálaráðnum, sigur Johan í Kollafirði um stríðið um Famará!!!

Vit fingu viðhald í kæruni ímóti Búnaðarstovuni, í januar.

Sakin er, sigur Johan í Kollafirði, at Búnaðarstovan seldi Fámara undan okkum, til gamla festaran, sum bjóðaði góðar 4.000 krónir meira enn vit, uttan at vit vistu av, og hetta kærdu vit til Fiskimálaráðið. Vit fingu tann fanstastiska víðagitna hægstarrættar-sakføraran Thorkild Høyer, at taka sakina:

- Seinri kom fram, at sakførarin hjá Búnaðarstovuni ringdi til Árna og fortaldi um okkara boð, men “fekk ikki tíð at ringja til okkara um hansara boð”, so vit fingu ikki møguleika til at bjóða enn hægri, ljóðar úr Famará:

Niðurstøðan hjá Fiskimálaráðnum var betri enn vit høvdu væntað: Búnaðarstovan kann slett ikki selja eitt festibræv, men skal lata hetta ókeypis til best egnaða persón, sigur Johan Dalsgaard:

- Bæði fyrrverandi festari og uppsýnsmaðurin hava so dyggiliga prógva sína innkompetancu, sum Thorkild Høyer orðaði seg, sigur Johan, og vísir á, at tað var orsøkin til, at tey í apríl 2013, sendu eina vanliga umsøkn um at festa festið í Fámara, sum jú var lýst leyst, men vit fingu eitt undarligt svar um, at festi ikki kundi festast enn, tí ein 3. partur (Búnaðargrunnurin) hevði kært niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum til Fiskimálaráðið, og tað er eisni ein longri søga, men stríðsviljin hjá Johan og stuðlum, feilti onki, og nú er avgerðin so komin:

Tey fingu aftur viðhald.