Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Telduposturin kann t.d. síggja soleiðis út.

Falskir teldupostar frá Nets

Eik boðar frá:

Sníkar senda nú aftur teldupostar til føroyingar og danir, har teir geva seg út fyri at vera Nets og biðja um eitt nú kortnummar, kontunummar osfr. Umráðandi er ikki at svara teldupostunum og ikki at fylgja leinkjunum í teldupostinum og lata upplýsingar um kontu, kort p-tal osfr.

Teldupostarnir eru dømi um sokallaðar 'phishing-royndir', har sníkar lokka slíkar upplýsingar úr fólki og hareftir misnýta kort og/ella kontur teirra. Hevur tú longu latið hesar upplýsingar, er best at sperra kortið beinanvegin.

Minst til, at hvørki Nets ella bankar biðja um kort ella kontuupplýsingar í telduposti!