Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Falleraða Dagblaðið spøkir aftur

Dagblaðið, málgagn kapitalistanna, megnaði ikki kappingina ímóti kappingarneytunum fyri 25-30 árum síðan. Blaðið fór á húsagang vegna tvørrandi  áhuga frá lesarunum.

Orsøkin til fallið var allarhelst, at lesarin var troyttur av tí niðurgerðing og menniskjafíggindaligu skriving, ið blaðið borðreiddi við. 

Vanlig hampafólk kundu ikki lata seg í ulpu uttan at vera skýrd almannaklientar. 
Einaræðisharrin í Chile, sum beindi fyri túsundtals av sínum politisku mótstøðufólkum, varð lovprísaður av stavnamanni blaðsins. 

Og tað var ikki hissini stuðul, ið apartheit-stýrið í Suðurafrika fekk í hesum láturverja kapitalismunar. 

Var onkur vinstravendur, so var hann skýrdur kommunistur o.s.fr. Síðan  løgtingsvalið er navnið á hesum falleraða Dagblaðið so risið upp aftur, og verður brúkt í eini politiskari herferð  ímóti sitandi samgongu. Ikki so fræg eru teir ella tey, ið skriva, at tey tora at seta sítt kristna navn undir. 

Hetta sjálvdeyða málgagn kapitalismunar spøkir aftur og rekist nú sum tongul í brimi  á Facebook, har tøl og illgitingar verða slongd út.  Ein stórur partur av tí, sum skrivað verður, hevur einki við veruleikan at gera. 

Nú politiska soðið er vorðið í so tunt, eru huldumenninir í fjepparaskaranum hjá falleraða Dagblaðnum, sum fór í grøvina fyri tríati árum síðan, falnir í hesa somu grøv, sum teirra ideologiska idol frá fýrsunum. 

Teir smæðast ikki fyri at koma við beinleiðis lygnum undir hesum falleraða Dagblað-skjaldramerkinum. Samstundis eru teir, ið tasta lygnirnar inn og leggja somu lygnir út á Facebook, ikki so frægir menn, at teir tora at seta sítt kristna navn undir. 

Hetta eru politisku spírarnir hjá tí flokki, ið ikki megnaði at kappast á tí fría blaðmarknaðinum. 

Sigast má, at nú liggur blað kapitalistanna lágt, tá tað við dulnevndum huldumonnum sum høvundum einans verður brúkt til at leggja fólki lygnir og  ósannindi í munnin.
 
Frank Davidsen
Sørvági

Sendt fra min iPad