Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fall Tobbi fyri falsi

Dan Klein --- 12.09.2017 - 08:24

Perlur: Promillan var 1,66, men nær rendi Tobbi á skeltið í Hoyvík? Hvør sá tilburðin? Kundi løggan rokna seg fram til nær óhappið hendi? Oygjatíðindi kann avdúka, at sami politistur, sum tók løgtingsmannin varð brúktur, sum sannleikavitni, at stuðla sínari egnu frágreiðing. Hetta er ikki álitisvegjandi...

Oyggjatíðindi 4. januar 2006:

- Málið um rúsdrekkakoyringina hjá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, í summar, er avgreitt uttan at fara í rættin, upplýsti Finn Ougaard, varafúti.

Promillan hjá Torbjørn Jacobsen var 1,66. Vanliga revsingin fyri at koyra við einari promillu upp á 1,66 er 1.000 krónur í bót fyri hvørjar 25.000 krónur í ársinntøku og einki koyrikort í tvey ár.

Undir vanligum umstøðum koyra altíð tveir politistar saman fyri at stuðla frágreiðingini hjá hvørjum øðrum. Men ikki hesaferð, vísir politifrágreiðingin. Fyri at fella Tobba, vitnaði sami politistur, at hann um kvøldi, sum óhappið hendi um morgunin, koyrdi framvið skeltinum, sum tá var órørt.

Soleiðis setti løggan eitt tíðspunkt inn á roknistokkin fyri at »prógva« hvat promillan var tá óhappið hendi.

Tað vildi tí verið orðið hjá Tobba í móti løgguni!? Sjálvt um løgtingsmaðurin hvørki vil gera viðmerkingar, vátta ella avsanna innihaldið í politifrágreiðingini, er lítil ivi um, at hesar umstøður gjørdi, at Tórbjørn Jacobsen valdi semjuna, heldur enn rættarskipanina.

Vit vita øll, at løgreglan tók koyrikortið frá Tobba beinanvegin, men stutt eftir fekk løgtingsmaðurin kortið aftur við einari umbering!?

Síðani tók løggan aftur kortið. Vit upplivdu, at Tobbi vildi royna hvussu sterk imunverjan hjá løgtingsmonnum var, og um løggan kundi taka koyrikortið frá fólkavaldum uttan dóm.

Í rættinum fekk hann viðhald. Løggan kundi ikki taka kortið frá løgtingsmanninum.

Eftir hesa staðfesting, lat Tobbi kortið aftur til løgguna, til málið endaliga var avgreitt. Tað var eftir hetta, at løggan setti seg at brodera uppá politifrágreiðingina, og kundi loksins sleingja eina politifrágreiðing í andliti á løgtingsmanninum, har sami løgreglumaður stuðlaði sær sjálvum og borðið fangaði.

Av hendingum í árinum, helt Útvarpið tað vera nógv meira áhugavert, at Tobbi misti koyrikortið uppá eina sera ivasama politifrágreiðing, enn tað var, at partamaður hansara, Karsten Hansen, ikki mistið kortið.

Hetta hendi, hóast løgreglufólk, koyrilærarar og onnur serkøn hava úttalað, at fyrrverandi sýslumaðurin átti at mist kortið.

Tað gera øll onnur í somu støðu. Men Tobbi var nógv meira áhugaverdur.

Lítið álitisvekjandi.