Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Faklig lesing av bakkastokki

Tíðindi frá Námi: Mánadagin 24. oktober hittast skúlaleiðslur og undirsitar á teimum skúlum, sum skúlaárið 2011/12 skulu undir verkætlanina í fakligari lesing.

Nám samskipar tvær stórar verkætlanir hetta og næsta skúlaár. Talan er um verkætlanina við samvirknum talvum og fakligari lesing. Samvirknu talvurnar hava longu verið á skránni í eina tíð, men nú byrjar fakliga lesingin av álvara.

Byrjanarskotið verður loyst av við at skúlaleiðarar og undirsitar verða savnaðir og fáa felags innleiðing í verkætlanina og smálutirnar í henni.

Heitið ”undirsiti” er tikið úr bjargamálinum. Móðurmálsorðabókin sigur: Maður ið situr undir (t.e. situr við hælirnar og gevur út el. heldur eftir sum sigmaðurin vil). Tað er júst uppgávan hjá hesum lærarum, sum eru valdir til uppgávuna, tí teir hava serligan áhuga á økinum.

Skipanin er, at á skúlum við 11 - 30 lærarum er ein undirsiti, og á skúlum við fleiri enn 30 lærarum, eru tveir undirsitar. Skúlaleiðarin er undirsiti á skúlum við 10 lærarum og færri.

Undirsitin samskipar verkætlanina á skúlanum og heldur fund við lærararnar. Hann samstarvar eisini við Nám í tann mun, tað er neyðugt í verkætlanartíðini.

Verkætlanin er annars skipað so, at fyrst er ein ástøðiligur dagur um evnið. So er ein royndartíð á umleið 10 vikur, og so koma lærararnir saman aftur og taka samanum royndartíðina og leggja ætlanir víðari. Tað er í royndartíðini, at undirsitin samskipar arbeiðið í skúlanum og samstarvar við Nám.

Lisbeth Hoff, sum sæst á myndini, er undirvísari.

Fyri Nám verða tað Solveig Debess og Marjun Ziskasson, sum samskipa.