Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fakfeløguni mugu koma sjónligari fram

Fakfeløguni hava í alt ov lítlan mun gjørt seg galdandi. Tað er gott at samanhald er, men eg sakni eina nógv meira áhaldandi kritiska rødd frá fakfeløgunum, sum, eg veit royna, men ikki nóg ofta og nokk. Tað má hvønn tann einasta dag koma ein áminning um, hvat tað er hendan samgongan er í ferð við at gera, at niðurlaga okkara vælferðarsamfelag, við tí undanførslu at vit eru í kreppu. Ein lippandi løgmaður hevur á løgtingsins røðarapalli ført fram, at hann var so keddur so keddur, men hann mátti altso taka ein túsundlappa afturat frá teimum veikaru bólkunum, tí landið má hóra undan, tey ríku kunnu vit ikki verða fyriuttan, so tey mugu fáa og ikki gjalda meira. Tey gjalda nokk.

Men eg má kortini viðganga og viðurkenna, at fakfeløguni á ein hátt eru umskylt. Eg má tó undirstrikað, at tað var eitt satt bragd, at pedagogfelagið helt á so longi, tey vístu styrki og samanhald. Men tey fingu ikki tað stóra í lønarposan frá hesum ovurmikla høgrastýrið sum her valdar.

Tá fakfeløguni undir seinastu sáttmálasamráðingunum lótu sær linda við breyðmolum og piparnøtum, vóru tey neyvan greið yvir tað høgrafasisistiska rákið, ið kom at eyðkenna hesa samgongu. Milliónir eftir milliónir fingu tey vælbjargaðu frá samgonguni við flatskattinum, meðan vit, og børn okkara, eru tveitt út í framtíðarinnar ótryggleika, tí pensjónirnar skullu fíggja hesa milliónaupphædd. Í sama viðfangi verður okkara makrelur til milliardir, uttan himpr, givin burtur fyri onki til vælbjarga, ofta kenningar, samstundis sum hesir í útvarpstíðindunum boða frá enn einum metári í rakstri og yvirskoti. Eg skilji væl at menn ið vága nógv, skullu bæði viðurkennast og rósast fyri sítt fyritakssemi, og skullu fáa vágan afturgoldnan so ella so. Men at bert hesi fáu skullu fáa ágóðan av tilfongi Føroya er, nú einaferð ikki heilt rætt.

Tað er eitt mark fyri hvussu stór hús tú kanst byggja, hvussu nógvar bilar tú kann hava í garaguni, og hvussu ofta tú etur teg mettan um dagin. Maersk tekur tað mesta av oljuni uppúr donsku undirgrundini, teir hava tikið vágan, men teir lata so sanniliga landinum nógv, og hava, hóast hetta, so nógv eftir, at tað framvegis er kjarnuøkið hjá Maersk-samtakinum. Hetta er júst siðvenjað í framkomnum demokratiskum londum, har mutur og nepotisma ikki ráða.

Tað er nógv av hesum sjónarmiðum vit í flokkinum, saman við fakfelagsrørsluni, hvønn dag mugu minna fólk á. Tað er ikki gamansleikur at síggja hvat samgongan gerð, ella vit hoyra, hvat hon er í ferð við at gera. Okkara forfedrar hava bygt hetta landið, vit liva í tí, og okkara børn skullu arva tað. Eg ivist ikki eina løtu í, at toppurin í samgonguni, saman við onkrum búskaparfrøðingum, langt síðan hava roknað út, at búskaparliga klára Føroyar, í løtuni, ikki meira enn at húsa einum 42000-45000 fólkum. Mann ger onki fyri teir veikastu bólkarnar, tí tey fáa betri umstøður t.d. í Danmark, so tað ger onki um tey flyta. Tað er møgiliga ein miðvís ætlan. Tey sum ikki hava útbúgving eru óynskt aftur, og tær hálvhjartaðu útsøgnirnar um, at fáa tey útbúnu aftur, siga nógv. Koma tey aftur fáa nakrir fáir juristar arbeiði á onkrum sakføraravirki, onkur lækni á sjúkrahúsum, og so nakrir fáir grannskoðarar.

Fjøldin hevur, sum nú er, ongan kjans, tí ongin kann gjalda tær lønir hesi eiga at fáa. Henda samgongan hevur valt at spara seg burturúr kreppuni, og niðurlaga samfelagið. So longi hetta heldur fram, er ongin kjansur hjá útisetum at koma aftur við ella uttan útbúgving.

Tað hevur verið frammi at flatskatturin skuldi seta ferð á íløgur og nýggjar vinnur. Men um mann heldur, at lærarar á øllum stigum, høgt lønt skrivstovufók, sjúkrasystrar, politistar, og onnur við inntøku til flatskatt, fara at gera íløgur í flaka-og pelagisku vinnuna, ella aðrar vinnur, so eru teir rættuliga naivir. Tað allar mesta av inntøkuhækkingini fer til nýtslu, og øll henda meirnýtsla verður jú innflutt, og tað ber væl til at síggja, hvussu gjalds- og handilsjavnvágin sær út. Tað er ongantíð for tíðliga at byrja, at greiða fólki frá hvat er í ferð við at henda, og tað er, og verður, okkara størsta uppgáva.

Levi Mørk, býráðslimur

fyri Javnaðarflokkin

www.levimork.com