Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndunum síggja vit Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum og Helenu Johannesen, forkvinnu í Súluni, tá ið tær undirskrivaðu samanleggingaravtaluna fyrrapartin fríggjadagin.

Fakfeløgini Súlan og Starvsmannafelagið løgd saman

Fakfeløgini Súlan og Starvsmannafelagið løgd saman í gjár.

Fakfelagið hjá kabinustarvsfólkunum hjá Atlantic Airways og Starvsmannafelagið hava avgjørt at leggja saman. Samanleggingaravtalan varð undirskriva í hølum Starvsmannafelagsins fyrrapartin  

Súlan, sum hevur verið fakfelag hjá kabinustarvsfólkunum í føroyska flogfelagnum – tað sum vit best kenna sum flogternur – samtykti á eykaaðalfundi fyrr í vikuni at leggja felagið saman við Starvsmannafelagnum.  

Nevndin í Starvsmannafelagnum samtykti eisini samanleggingina fyrr í vikuni.

Í báðum førum vóru samtyktirnar einmæltar.

Feløgini verða løgd saman við virknaði frá í gjár, 8. januar 2016.

Ítøkiliga merkir samaleggingin, at feløgini ganga saman undir m.a. navninum og reglunum hjá Starvsmannafelagnum. Tey útvið 30 kabinustarvsfólkini, hava verið limir í Súluni, eru nú limir í Starvsmannafelagnum við fullum limarættindum og limaskyldum.

Nevndin í Súlunum fer frá, men heldur kortini fram sum fakbólkur í Starvsmannafelagnum, sum frammaundan hevur fleiri slíkar fakbólkar. 

Nevndin í Starvsmannafelagnum heldur fram sum fyrr.

Súlan hevur sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvmannafelagið hevur nú yvirtikið tað formliga sáttmálaræði mótvegis Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Galdandi sáttmáli hjá Súluni fer úr gildi 1. november í ár. 

Feløgini fegnast um samanleggingina.