
Fakfeløgini: So lætt sleppur Fíggjarmálaráðið ikki
Tíðindaskriv
Á felagsfundi fyri øll fakfeløgini hevur Maskinmeistarafelagið kunnað feløgini frá samráðingarfundinum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í dag.
Fakfeløgini eru skelkað av boðskapinum úr Fíggjarmálaráðnum. Fakfeløgini halda rimmar fast við kravið um lønarhækking, og góðtaka á ongan hátta hvørki lønarniðurskurð ella nakað null loysn.
Fakfeløgini skulu gera púra greitt, at Fíggjarmálaráðið sleppur ikki at tengja flatskatta-uppskotið og lønarsamráðingarnar saman.
Tórshavn, 6. december 2011
Fakfeløgini