Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Páll Nielsen, advokatur, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, eftir málsviðgerðina í Fasta Gerðarrætti 17. september. Nú kunnu tey anda lættan, tí tey vunnu á Fíggjarmálaráðnum.

Fakfeløg vunnu stríð um halgidagar

Fasti Gerðarættur hevur givið Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Starvsmannafelagnum viðhald í, at manningarnar á strandfaraskipunum skulu hava úrtíðarløn fyri at sigla og arbeiða jóladag og langafríggjadag. 

Jóladagur og langifríggjadagur eru ikki innroknaðir í føstu lønina hjá manningunum á skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins.

Tað er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti, sum fríggjadagin kom við sínum úrskurði í málinum. Úrskurðurin merkir, at manningarnar skulu hava úrtíðarløn fyri at arbeiða hesar báðar halgidagarnar.

Tað vóru Starvsmannafelagið og tey bæði manningarfeløgini Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, sum vegna limir teirra, ið sigla við strandfaraskipunum, høvdu kært Fíggjarmálaráðið í Fasta Gerðarrætt.

Hetta hendi, eftir at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevði noktað at rinda eitt oyra eyka í løn, tá Strandferðslan í fjør vetur knappliga gjørdi av at bróta við gamla siðvenju og fara at sigla jóladag og í vár eisini langafríggjadag.

Lønardeildin helt upp á, at manningarnar ikki skuldu hava nakað eyka fyri hetta, tí sigling halgidagar longu var innroknað í føstu lønina hjá teimum, ið sigla við strandfaraskipunum.

Men Fasti Gerðarrættur gav kærandi feløgunum rætt grundað á vitnisfrágreiðingarnar, ið samsvarandi gjørdu greitt, at hvørki jóladagur ella langi fríggjadagur nakrantíð vóru nevndir í sáttmálunum, tí tað var tikið sum ein sjálvfylgja, at tað ikki bleiv siglt hesar báðar dagarnar. Tískil vóru teir heldur ikki innroknaðir í lønarútrokningina saman við øðrum føstum halgidøgum, har siglt verður.

Vitnisfrágreiðingarnar bygdu allar undir, at lønarsamráðingarnar altíð høvdu tikið støði í galdandi ferðaætlan, og eftir teimum var ongin sigling jóladag og langafríggjadag.

Umframt at Strandferðslan fram eftir skal rinda úrtíðarløn fyri sigling jóladag og langafríggjadag, skal løn eisini gjaldast afturút til tey, sum vóru til arbeiðis umborð á strandfaraskipunum jóladag í fjør og langafríggjadag í ár.