Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar, eru feløgini í Fakfelagssamstarvinum í tøttum samskifti hvørt við annað. Endamálið er at tryggja, at øll feløgini fáa sum mest burturúr, nú tað almenna hesaferð hevur samráðingar við fleiri fakfeløg um somu tíð

Fakfeløg í tøttum samskifti

Nú samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar, eru feløgini í Fakfelagssamstarvinum í tøttum samskifti hvørt við annað. Endamálið er at tryggja, at øll feløgini fáa sum mest burturúr, nú tað almenna hesaferð hevur samráðingar við fleiri fakfeløg um somu tíð

Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum:

Fakfelagssamstarvið er eitt samtak av seks fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Fimm av hesum feløgum eru í hesum døgum farin til samráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi 1. oktober.
Vanliga hava samráðingarnar við Starvsmannafelagið verið fyrst, og síðani eru hini feløgini komin aftaná.

Hesaferð hevur Fíggjarmálaráðið valt at samráðast við fimm feløg um somu tíð, og eru hetta fimm av feløgunum í Fakfelagssamstarvinum: Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Akademikarafelagið, Starvsmannafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Samráðast hvør fyri seg
Sum vanligt samráðast feløgini hvør fyri seg. So hóast samráðingarnar ganga um somu tíð, so hava feløgini fyrireikað hvør síni krøv og samráðast hvør sær.

Av tí, at samráðingar eru við fleiri feløg í senn, hava feløgini í Fakfelagssamstarvinum avgjørt at kunna hvørt annað væl um gongdina í samráðingunum.

Feløgini í Fakfelagssamstarvinum standa saman. Vit hava øll áhuga í at fáa so gott úrslit burturúr fyri okkara limir. 

Hóast krøvini kunnu vera ymisk, so er tað týdningarmikið at feløgini kenna støðuna hjá hvørjum øðrum og vita, hvussu leikur fer. Hetta so at feløgini ikki seta fót fyri hvørjum øðrum í samráðingunum, men alla tíðina virka fyri felags áhugamálunum hjá løntakarunum, so sum viðtøkurnar fyri Fakfelagssamstarvið siga.

Fakfelagssamstarvið