Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fakfeløg fegnast um uppskot at banna mismuni

LÓGARUPPSKOT: - Tað er harðliga tiltrongt, at málið at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum verður lagt fyri tingið. Tað átti heldur ikki at verið nakar trupulleiki at fingið málið samtykt við sitandi samgongu, sum sigur seg verja arbeiðarastættina, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
 
Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
 
Sonja J. Jógvansdóttir hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Hon legði eisini málið fram fyrr í ár, men tá fall tað burtur. Nú hevur løgtingskvinnan so lagt málið framaftur.
              
Í grein 1 í uppskotinum stendur:
 
Endamálið við hesi lóg er at tryggja javnviðgerð og at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðalit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. 
 
Fakfeløgini fegnast um uppskotið. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, heldur tað vera upp á tíðina, at ein slík lóg verður samtykt á tingi, soleiðis at ongin møguleiki er at gera mismun á starvsfólki á einum arbeiðsplássi.
 
- Tað er í alt ov nógvum førum, at vit í fakfeløgunum ikki sleppa víðari við málum - til dømis um happing á arbeiðsplássum - tí vit hava ov fá ásett lógarfest rættindi. Henda lógin gevur ítøkilig rættindi og hevur smidligar ásetingar, sum gera fyrisitingina lættari, sigur Georg F. Hansen.
 
Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, hevur eftir at lesa uppskotið ígjøgnum, men hann heldur tað eisini vera týdningarmikið at tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur á fólki á arbeiðsmarknaðinum.
 
- So eg kann bara fegnast um eitt slíkt uppskot, sigur Jógvan Philbrow.
 
Javnbjóðis rættindi
Sonja J. Jógvansdóttir sigur í viðmerkingunum til lógina millum annað:
              
Henda lóg er við til at tryggja, at vit hava ein nútíðarbæran arbeiðsmarknað við javnbjóðis rættindum til allar løntakarar. At tryggja løntakarum javnviðgerð merkir, at tey skulu viðgerast líka, hetta er galdandi bæði í mun til beinleiðis og óbeinleiðis mismun á arbeiðsmarknaðinum. Lógin veitir eisini ítøkiliga trygd mótvegis beinleiðis og óbeinleiðis mismuni í mun til barsil og familjustøðuna hjá løntakarum.
 
Tá Sonja J. Jógvansdóttir legði málið fyri tingið fyrr í ár, gjørdi Starvsmannafelagið nakrar viðmerkingar til málið.
 
http://www.logting.fo/files/casestate/16985/124.16%20Skjal%20C.pdf
 
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, vísti í viðmerkingunum á, at felagið heldur lógaruppskotið kunna fáa serstakliga stóran týdning fyr fólk við breki og møguleikar teirra á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísti á, at sáttmálarnir hjá feløgunum hava ásetingar um tann rúmliga arbeiðsmarknaðin, sum hava víst seg at hava havt avmarkaðan praktiskan týdning, tí tær eru so yvirskipaðar í innihaldi.
 
- Við hesum lógaruppskotinum verða ítøkiligar skyldur lagdar á arbeiðsplássini, sum til dømis geva betri verju í uppsagnarmálum, tá fólk gerast langtíðarsjúk, og sjúkan kemur undir arbeiðsrættarliga hugtakið brek. Tí heilsar Starvsmannafelagið hesum lógarinitiativi vælkomið og heldur, at komandi árini kunnu nýtast at vinna okkum praktiskar royndir við lógini, so at vit møguliga við tíðini kunnu menna lóggávuna, sigur Súni Selfoss í viðmerkingunum.
 
Neyðugt við eftirmeting
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fegnast eisini um uppskotið hjá Sonju J. Jógvansdóttir. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, kundi hugsað sær at havt betur stundir at lisið uppskotið, men sum heild heldur hon hetta vera gott.
 
- Tú kanst á ongan hátt verða ósamdur í, at starvsfólk fáa ein lógartryggjaðan rætt móti mismuni og happing á arbeiðsplássinum. Hinvegin kann tað møguliga vera trupult at handhevja allar lutir, til dømis tá tað kemur til fólk, sum bera brek. Hvør skal til dømis ábyrgdast, spyr Óluva í Gong.
 
Hon heldur tað vera umráðandi, at eftirmeta lógina, tá hon hevur verið í gildi eina tíð.
 
- Okkurt er kanska eitt sindur leyst orðað, og tí trúgvi eg, at tað er rættiliga umráðandi við eftirmeting, og tað leggur uppskotið eisini upp til, sigur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong.
 
Sonja J. Jógvansdóttir sigur í stuttari viðmerking, at hon væntar, at uppskotið verður samtykt.
 
- Fyri tað fyrsta er hetta eitt gott uppskot, og í øðrum lagi hava samgonguflokkarnir lovað mær at taka undir við uppskotinum, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.
 
Løgtingið hevur 1. viðgerð av lógaruppskotinum hjá Sonju Jógvandóttir í dag.
 
Les lógaruppskoti her: http://www.logting.fo/files/casestate/17251/017.17%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20at%20banna%20mismuni%20og%20at%20tryggja%20javnvidgerd%20a%20arbeidsmarknadinum.pdf