Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FAG og Súlan endaliga samd um nýggjan sáttmála

Limirnir í Súluni hava á frumatkvøðu góðtikið nýggja sáttmálan fyri flogternur, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan skrivaðu undir fyri einari viku síðani. Tað merkir, at nýggi sáttmálin nú er komin í gildi
 
Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru nú endaliga samd um lønar- og starvsviðurskifti hjá flogternum í einum tvey ára sáttmálaskeiði. Limirnir í Súluni hava á frumatkvøðu góðtikið nýggja sáttmálan, sum var undirskrivaður millum partarnar mánadagin í síðstu viku, og tað hevur við sær, at sáttmálin nú er endaliga samtyktur at galda frá 1. november 2019. 
 
Lønarvøksturin fylgir ásetta lønarkarminum, og stóri spurningurin um føroyskan ella danskan arbeiðsrætt, sum elvdi til, at semingsmaðurin herfyri kastaði frá sær, er nú loystur. Brot á sáttmálan skulu leggjast fyri Fasta Gerðarætt í Føroyum og viðgerast eftir føroyskum arbeiðsrættarligum reglum, eins og tulkingarósemjur bert kunnu leggjast fyri Fasta Gerðarætt.
 
Danski parturin
Føroya Arbeiðsgevarafelag ger ikki sáttmálar við fakfeløg á danska arbeiðsmarknaðinum, og tí er ein serlig skipan gjørd fyri flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava bústað í Danmark og flúgva út frá danskari støð.
 
FPU – Flyvebranchens Personale Union – og Súlan hava í hesum sambandi tikið undir við einum sonevndum viðtøkusáttmála, har Atlantic Airways er beinleiðis sáttmálapartur. Viðtøkusáttmálin ásetir, at sáttmálin millum FAG og Súluna fyri flogternur hjá Atlantic Airways altíð er galdandi fyri flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava bústað í Danmark og flúgva út frá danskari støð. Brot á viðtøkusáttmálan verða viðgjørd í danska arbeiðsrættinum. 
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at tað eydnaðist at fáa semju í lag, soleiðis at flogferðslan ótarnað kann halda fram.