Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Færøernes Turistblad er ætlað sum brellbiti til útlendsk ferðafólk

Komið er út eitt heit serligt ferðamannablað. Tað er ferðamannablaðið Færøernes Turistblad, sum Føroya Ferðamannablað gevur út.

Sum danska heitið “Færøernes Turistblad” ber boð um, er alt tilfarið í blaðnum skrivað á donskum, bæði greinar og lýsingar. Í eini roynd at vekja áhuga hjá skandinavum at fáa áhuga fyri Føroyum, vendir blaðið sær til tað norðurlendska økið, ið telur um 20 mió. fólk.

So at siga flestu skandinavar skilja danskt, tí er blaðið skrivað á donskum. Vit trý, Sámal Bláhamar, samskipari, Beate L. Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri, og Kári við Rættará, grafikari og útgevari, sum hava tikið okkum saman um verkætlanina við ferðamannablaðnum, hava sett okkum fyri, at blaðið, so við og við, skal fevna um allar oyggjar okkara** Hetta fyrsta blað okkara snýr seg um Suðuroynna sum ferðamannaøki.

Tosað hevur verið við borgarstjórarnar í teimum sjey kommununum í oynni.

Harumframt hava vit eina spennandi grein um verkætlanina at fáa Suðuroynna við í eitt norðurlendskt Geopark-netverk, sum norski jarðfrøðingurin Pål Thjømøe hevur ábyrgdina av.

Pål Thjømøe starvast sum leiðari av norsku Magma Geoparkini og er samstundis samskipari av norðurlendsku Geopark-verkætlanini. Við í hesi ætlan er Suðuroyggin, um so er, at kommunurnar í oynni hava áhuga í tí.

Hvørja hugsan landsstýrismaðurin Johan Dahl, ið umsitur vinnumál, hevur um Suðuroynna sum Geopark, fæst at vita við at lesa samrøðuna við hann í Færøernes Turistblad.

Ein frágreiðing er um hollendska skipið Westerbeek, sum sigldi á land undir Lopranseiði i 1742. Nakrar samrøður eru við eldsálirnar Ólav Rasmussen, formann í Saltgrunninum, og Edmund Joensen, politikara og Saltsilo goodwill ambassadør, um Salt-verkætlanina. Vit hava prátað við Jóannes Eidesgaard um MS Thorshavn sum ferðamannaskip. Ein grein er um kelduvatnið Basalt, og ein onnur um frímerkir, ið knýtt eru at Suðuroynni.

Haraftrat er grein um ungu framfýsnu hjúnini Rakul og Arna Brattaberg, sum eiga og reka stórhandilin Torgið í Vági, ið er einasti handil í Suðuroynni, har fleri smærri handlar eru undir somu lon.

Færøernes Turistblad er ætlað sum brellbiti til útlendsk ferðafólk at koma til Føroyar og fáa tey at fara út á bygd at vitja, har hvør einstakur borgarstjóri gjøgnum blaðið bjóðar vælkomin og greiðir frá, hvat júst hansara bygd ella býur hevur at bjóða gestinum.

Okkara lutur á Føroya Ferðamannablað er at kveikja áhugan at vitja Føroyar og at gestirnir kenna seg vælkomnar av borgarstjóranum í ymsu kommununum."