Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Færøernes kommando, MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnurin undir somu lon

Færøernes Kommando flytir inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya dagliga húsast.

Tíðindaskriv frá MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovni Føroya

MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya hava í dag skrivað undir leigusáttmála við Færøernes Kommando, sum hevur við sær, at Færøernes Kommando í næstum flytir inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya dagliga húsast.

Í Danmark er gjørd ein politisk semja um, at Færøernes Kommando og Grønlands Kommando skulu leggjast saman í eina “Værnsfælles Arktisk Kommando”, sum verður staðsett í Nuuk í Grønlandi. Samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando er m.a. gjørd fyri at gera virksemið hjá donsku verjuni í Norðuratlantshavi meira virkisført.

Færøernes Kommando, sum í sambandi við samanleggingina við Grønlands Kommando skiftir navn til “Forbindelseselement Færøerne under Værnsfælles Arktisk Kommando”, riggar tískil í hesum døgum av sítt virksemi í Mjørkadali og flytir inn til MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovn Føroya á Tinghúsvegi 64 við 4-6 starvsfólkum. Virksemið, sum danska verjan higartil hevur havt í Føroyum við verjuskipi og tyrlu, heldur áfram sum vanligt.

Væntandi byrja starvsfólkini hjá Færøernes Kommando at flyta inn í hølini á Tinghúsvegi 64 um miðjan august mánað í ár. Nakrar umvælingar skulu fyrst gerast, áðrenn klárt er at flyta inn.

MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya fegnast um, at starvsfólkini, sum danska verjan hevur eftir í Føroyum, kunnu flyta inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64. Søguliga, hava MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya í mong ár havt eitt tætt og gott samstarv við Færøernes Kommando í sambandi við uppgávur, sum hava við leiting og bjarging (Search and Rescue) á sjónum at gera. MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya vóna og vænta, at hetta góða samstarv heldur áfram og verður styrkt, nú myndugleikarnir koma at húsast undir somu lon.