Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fáa neyvan bíligari ferðaseðlar á flogrutuni í bræði!

Føroyski brúkarin ofraður

Í nøkur ár stavaði stórsti parturin av rakstraryvirskotinum hjá P/F Atlantsflog frá tollfríu søluni, og hevði avgerandi fíggjarligan týdning fyri felagið. Nú er støðan ein onnur. Gongdin seinastu tíðina máar støðið undan møguleikunum hjá kundunum, at fáa bíligari ferðaseðlar. Føroyski brúkarin er ofraður av politiska myndugleikanum í politiska spælinum í spurninginum at fáa bíligari ferðaseðlar.

Fyri tað fyrsta

Fyrst var tað miseydnaða privatiseringin, sum hevur drenað gjaldførið hjá flogfelagnum við 71 mió. krónum, umframt tær tíggjutals milliónirnar tað hevur kostað, at havt felagið, sum skrásett felag á partabrævamarknaðinum. Varisliga kann tað hugsast, at samlaði kostnaðurin kann koma upp í móti einum 100 mió. krónum, tá alt er tikið við. Eisini kann hugsast at umdømi bæði hjá flogfelagnum og politisku skipanini er skatt munandi.

Fyri tað næsta

Tað næsta, sum hendir er, at tollfría sølan, sum upprunaliga var ein av fortreytunum fyri inntøkugrundarlagnum hjá felagnum, nú verður tikin úr hondunum á felagnum, og annað alment felag skal nú eisini skúma fløtan av slóðbrótandi arbeiðinum hjá AA á hesum øki.

Farleiðin millum Føroyar og útheimin er alneyðug, men sum støðan er í dag – er hon alt ov kostnaðarmikil fyri vanliga FØROYINGIN, og miðvísa lækkingin í ferðaseðlakostnaðinum, sum almenna politiska skipanin hevur rópt upp um í nógv ár, hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og støði er alsamt máa undan hesum møguleika.

Syrgiligt

Tað er skilligt, at politiska handfaringin av rakstrarmøguleikunum hjá flogfelagnum, nú eru skerdir munandi, og heldur hendan gongdin fram, so er lítið og einki eftir av flogfelagnum, sum árini líða, og soleiðis, sum umstøðurnar eru kemur einki flogfelag við vinningi fyri eyga, at taka upp kappingina á hesum øki.

Syrgilig er hendan søgan, sum upprunaliga hevði til endamáls, at veita viðskiftafólkum sínum eina betri og tryggari tænastu á øllum økjum, eisini bíligari ferðamøguleikar millum lond, sum allir Føroyingar kundu gera brúk av. Nú eru møguleikarnir tíverri nógv skerdir.

Lasse Klein