Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FA: Uppsagnarverjan er fyrsta stigið

Dan Klein --- 02.06.2018 - 08:00

SÁTTMÁLI: Nýggju sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum staðfesta nú, at uppsagnir skulu vera rímiligar ella sakligar. Enn er tó langt eftir á mál, um somu uppsagnartreytirnar skulu galda á privata,sum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
 
Øssur Winthereig, PRESS
 
”Uppsagnir skulu byggja á rímiligar grundir.”
 
Soleiðis ljóðar nýggi setningurin um uppsagnir, sum kom upp í sáttmálan millum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
 
- Hatta er ikki akkurát tað, sum vit ætlaðu. Vit høvdu ætlað at fingið tað, sum Starvsmannafelagið hevur ella nakað í tann stíl. Men til samráðingar, so mást tú góðkenna eitt ella annað. So næstu ferð kemur eitt sindur meiri afturat. Hatta er so eitt, sum vit kundu liva við.
 
Soleiðis sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Øll arbeiðarafeløgini samráddust saman hesa ferð og skrivaðu 19. mai undir nýggjar sáttmálar.
 
Stig á leiðini
Umframt lønarhækkingar og aðrar krónuspurningar, royndu arbeiðarafeløgini hesa ferð at fáa greiðari reglur um uppsagnir av tímaløntum inn í sáttmálan. Fyrst og fremst var kravið at fáa eina áseting, sum verjir tímalønt móti ósakligum uppsøgnum og hoyringsrætt áðrenn uppsøgn verður givin.
 
Hóast bert tann eini setningurin kom við, so heldur Georg F. Hansen at tað er eitt stig á leiðini.
- Ósakligt og órímiligt er faktisk tað sama. Tað er ein gerðarættardómur, sum sigur, at hatta er tað sama, sigur Georg F. Hansen.
 
Kravið um, at uppsøgn skal vera sakliga grundaða kom ígjøgnum. Men kortini ikki kravið um, at uppsøgnin fyrst skal til hoyringar, áðrenn hon verður givin.
 
Hjá tí almenna, tað eru land og kommunur, skulu uppsagnir sambært fyrisitingingarrættinum verða sakliga ella rímiliga grundaðar. Líknandi verja er í sáttmálunum hjá Starvsmannafelagnum fyri almennu partafeløgini Posta og Føroya Tele. Harumframt er kravið, at uppsøgnin skal til hoyringar í 14 dagar, áðrenn hon verður givin, t.v.s. at í fyrsta umfari er talan um eitt ætlanarskriv um uppsøgn.
 
Tað er hoyringin, sum ikki kom ígjøgnum hesaferð.
 
Javnseti tey privatu!
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum vísti herfyri á, at felagið stuðlaði feløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum, at fáa ásetingar um sakliga grundgeving inn í sáttmálan.
 
- Her er jú á ongan hátt talan um at skerja rættin hjá fyritøkum at siga upp vegna sparingar, ringar tíðir, umleggingar, arbeiðstrot o.s.fr. Tað verður framhaldandi sakligt, hóast privati arbeiðsmarknaðurin í Føroyum fær somu reglur sum onnur. Tað er tilvildini og tí órímiliga, sum løntakarin skal vera vardur ímóti, og fyritøkur fara framhaldandi at kunna umstilla seg, sum fyrr, segði Súni Selfoss.
 
Hoyring næst
Georg F. Hansen sigur, at grundin til, at felagið vildi hava uppsagnarviðurskiftini nevnd í sáttmálanum ikki var, tí felagið hevur ringar royndir við arbeiðsgevarunum á tí økinum.
 
- Søgan aftanfyri er meiri, at vit vilja fegin hava nógv av tí sama í okkara sáttmála, sum tey alment settu hava, sigur Georg F. Hansen. Hann vónar, at sum frálíður verður hoyringsrættur til tímalønt eisini ein partur av sáttmálanum.
 
- Eg kann ikki siga, at hetta hevur verið nakað problem. Hatta er ein partur av at útbyggja sáttmálan. Eg má siga, at arbeiðsgevararnir eru hóast alt ikki órímiligir á hasum økinum. Hevði tað verið fyri einum 10-20 ár síðani hevði trupulleikin við órímiligum uppsøgnum kanska verið størri, sigur Georg F. Hansen.
 
Vanligt aðrastaðni
Í grannalondunum hevur í fleiri áratíggju verið galdandi fyri allar løntakarar, at uppsagnir – eisini hjá tímaløntum – skulu vera sakliga grundaðar. Í Danmark er hetta ásett í høvuðssáttmálunum og í Svøríki og Norra við lóg.
 
Ein høvuðssáttmáli er ein avtala millum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg, ið ásetur nøkur yvirskipaði viðurskifti, sum t.d. um friðarskildu og verkfallsrætt og rímiliga grundaða uppsøgn.
 
Arbeiðarafeløgini er ikki fyri at gera ein høvuðssáttmála í Føroyum, har eitt nú uppsagnartreytirnar eru nevndar. Men Georg F. Hansen ætlar so við og við at fáa fleiri setningar inn í vanliga sáttmálan um uppsagnartreytir hjá tímaløntum.
 
FAKTA:
Í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og fýra arbeiðarafelag og meginfelagið Føroya Arbeiðarafelag, er hendan orðing um sakliga uppsøgn:
 
Uppsagnir skulu byggja á rímiligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann bert verða krav, um tann uppsagdi hevur verið starvssettur í minst 9 mánaðar.