Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FA hevur nú lýst samhugaverkfall fyri teir dagrøktarar, sum eru limir í felagnum

Orsøkin til samhugaverkfall okkara er, at KAF ikki tykist vilja realitetsviðgera tey sáttmálakrøv, sum Føroya Pedagogfelag hevur sett fram.

Okkara fatan er, at tað er ein sjálvsagdur rættur hjá øllum fakfeløgum at kunna samráðast um sáttmálakrøv síni, og tað eigur ikki at vera soleiðis, at Fíggjarmálaráðið, uttan nakra sakliga grundgeving, skal kunna forða kommunum at samráðast um dagstovna- og dagrøktaraøkið, har landið eingi áhugamál hevur.

Tí er stríðið hjá Føroya Pedagogfelag eisini stríðið hjá hinum fakfeløgunum í Føroyum.

Tórshavn, 14. februar 2012

Føroya Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, formaður

-----------

Hetta er lýsingin sum er farin til Kringvarp Føroya og Rás2 Frá Føroya Arbeiðarafelag

Vit skulu við hesum boða frá, at avgjørt er at seta í verk samhugaverkfall fyri allar dagrøktarar, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.

Nevnda samhugaverkfall kemur í gildi mikumorgunin 15.02.2012 kl. 06.00 til hósmorgunin 16.02.2012 kl. 06.00

Føroya Arbeiðarafelag