Fa. Endurvinn umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisgóðkenning er givin til móttøku, goymslu og avskipan av metali, troli og nótum til endurvinningar.
Fa. Endurvinn heldur til á havnarøkinum í Fuglafirði. Virksemið umfatar móttøku, goymslu og avskipan av metali, troli og nótum. Nakað av akkumulatorum verða eisini móttiknir. Jarn og metal, sum er dálkað við olju, verður ikki umfatað av virkseminum.
Lutir, sum ikki longur kunnu nýtast til tað teir upprunaliga vóru ætlaðir til, eru at meta sum burturkast, og tí verður virksemið mett sum móttøka av burturkasti. Treytir verða settar til óljóð frá virkseminum umframt at burturkastið, sum verður útflutt, einans kann sendast til endurnýtslu ella endurvinningar, og einans til góðkendan móttakara.