Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eysturskúlin prýddur við framsýning

Leygardagin, 31. mars, og pálmasunnudag, 1. apríl hevur Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli sína 38. framsýning í sambandi við, at kvøldskúlaárið 2011/12 er av.

Framsýningin í ár er sum tey mongu undanfarnu árini í Eysturskúlanum í Havn. Tann fyrsta var í Kommunuskúlanum í 1975. Sostatt eru 38 ár liðin síðan ta fyrstu hjá kvøldskúlanum. Tað var ein stór og fjølbroytt framsýning. Síðani vaks hon ár um ár til ta higartil størstu, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri setir í Eysturskúlanum leygardagin klokkan 15.

Útboðið av staklærugreinum er í løtuni 127. Hetta kvøldskúlaárið hevur skúlin við túsundtals næmingum – næstan 2.400 – og sínum 130 lærarum havt innivist á 29 støðum í Tórshavnar Kommunu.

Fjølmentar lærugreinir

Tað eru fyrst og fremst tær handaligu lærugreinirnar, ið verða umboðaðar á framsýningini í Eysturskúlanum. Tó eru aðrar ikki handaligar lærugreinir við, eitt nú er kórsangur, rútmiskur tónleikur, fimleikur og fyrilestrar á pallinum.

Kvøldskúlin í Havn er vorðin so fjølbroyttur, at hann í roynd og veru fevnir um nógv meira enn tað, vit eru von at seta í samband við kvøldskúlavirksemi. Kvøldskúlin er at líkna við ein skeiðsdepil, tí at hann nú eisini bjóðar fólki styttri skeið, umframt dagsskeið bæði fyrrapart og seinnapart. Harafturat bjóðar skúlin skeið fyri tvey ættarlið. Hetta gevur til dømis fólki við skiftandi arbeiðstíðum og útisiglarum møguleika at nýta høvið at brúka tilboðini hjá skúlanum.

At so nógv fólk ganga í kvøldskúla í Havn er tí, at summi njóta ta góðu sosialu samveru við onnur, summi víðka sín førleika, ið hevur gagnað teimum í teirra gerandisdegi, og onnur, ikki minst fólk úr grannalondum og uttan úr stóru verð vilja læra føroyskt. Og so eru tað tey mongu, ið lata sínar listarligu gávur standa sína roynd. Fyri ikki at siga fólkið, ið vil læra seg at brúka bát, og tey, ið vilja víðka sín kunnleika á ymiskum økjum. Haraftrat nema tey sær teldulæru og alnet fyri eldri og fínari matgerð fyri menn, 10.floks skeið fyri ALS og mangt, mangt annað. Alt, ið fær so mong at fylkjast um kvøldskúlan.

Margfeld og spennandi

Tað er so sjálvsagt, at so nógvar nevndar sum ónevndar lærugreinir vilja sleppa at sýna síni avrik fram. Tí er framsýningin í Eysturskúlanum so margfeld og spennandi. Forsmakkin fingu vit longu seinasta sunnudag í skúlanum í Kollafirði. Ein sera hugtakandi framsýning, ið legði upp fyri avbjóðingunum í Eysturskúlanum hetta vikuskiftið

Leygardagin syngur kórið Sólarmagn, Harmonikuliðið spælir, og klokkan 16:35 hevur Arne Thorsteinsson, kvøldskúlalærari, fyrilestur, "Vit eldru og teldan", um at undirvísa eldri at brúka teldu. Klokkan 17 hava børn úr Nólsoy fimleikaframsýning, og 17:20 spæla Petur Háberg og næmingar tónleik.

Pálmasunnudag hevur Albert Isfeld, arkitektur, fyrilestur klokkan 15 við heitinum "Føroyskur arkitekturur, og klokkan 15.45 sýna børn í Nólsoy fimleik. Klokkan 16.30 spæla teir dugnaligu musikklærararnir hjá Kvøldskúlanum í Havn, Hildibjartur, Hans Marius, Ísak, Jósva, Per og Kaj tónleik saman við næmingum. Seinast á skránni, klokkan 17:15, spæla næmingar hjá Leivi Simonsen klaver.

Framsýningin hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, sum er ókeypis, er opin leygardagin, 31. mars og pálmasunnudag, 1. apríl frá klokkan 14 til 19 báðar dagarnar.