
Eysturoyartunnilin
Verkætlanin at byggja Eysturoyartunnilin fingið umhvørvisgóðkenning
P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal byggja undirsjóvartunnil millum Skálafjørð og Suðurstreymoy. Tunnilin verður 11,3 km langur. Roknað verður við at spreingja 1,3 mió. m3 í føstum tilfari úr tunlinum. Tunnilsop við Skálafjørðin verða á Strondum, niðanfyri býlingin í Selvindi og norðantil á Saltnesi. Í Suðurstreymoy verður tunnilsop við Rossagil norðanfyri Hvítanes.
Góðkenningin fevnir um arbeiðið hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlum at gera Eysturoyartunnilin og alt viðkomandi virksemi, sum fer fram á atliggjandi økjum hjá tunlinum út til uttasta jagara á ætlaðu rundkoyringunum við hvønn tunnilsmunna sær, umframt møguligum avskipingarøkjum uttanfyri ætlaðu verklagslinjurnar, so leingi byggiarbeiðið varir.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt við at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt, at avmarka útlát av dálkandi evnum og evju við spillvatni og av dusti.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki: http://us.fo/Default.aspx?ID=14042
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum: http://www.hmr.fo/.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her: http://us.fo/Default.aspx?ID=14144
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 27. desember 2016.