Eysturoyartunnilin góðkendur til almenna ferðslu
Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava nú góðkent Eysturoyartunnilin til almenna ferðslu. 90 fólk tóku lut í stórari venjing í Eysturoyartunlinum hóskvøldið.
Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Eysturoyartunlinum, men áðrenn Eysturoyartunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing.
Venjingin var hóskvøldið. Umleið 90 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Skálafjarðar Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.
Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.
Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Eysturoyartunlinum.
Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur staðfest, at Eysturoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Eysturoyartunnilin til almenna ferðslu.
Føroya Politi Landsverk Arbeiðs – og brunaeftirlitið