Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eysturkommuna partur av Talgildu Føroyum

Fríggjadagin skrivaði Eysturkommuna undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar.

Í heyst fer Eysturkommuna undir at menna tænastur á Vanganum, so teir gott 2.100 borgararnir í kommununi trygt og lætt kunnu avgreiða síni viðurskifti á einum stað. Framanundan eru Tórshavnar Kommuna og Nes Kommuna samstarvsfelagaðir hjá Talgildu Føroyum.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til verkætlanina, ið hevur sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020.