Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eysturkommuna ger vinarbýarferð til Vestmannaoyggjar

Eysturkommuna – fyrr var tað Gøta – er vinarbýur við Vestmannaoyggjar. Í hesum sambandi er skipað fyri ferð hagar, vikuskiftið 28. Sept. til 1. Okt.

Nakrar flogferðaseðlar eru eftir, og tí sendi eg tykkum boðini, so tit kunnu siga møguligum áhugaðum frá.

Flogið verður úr Vágum fríggjamorgun 28/9 kl. 7.30 – lent verður í Reykjavík kl.8.00 (nøkur fá pláss) og ferðalagið fer síðani beinleiðis við bussi til ferjuna út í Oyggjarnar.

Leiguflogfarið fer úr Reykjavík aftur 28/9 kl.7.30 kl. 9.00 og lendir í Vágum kl. 11.30. (her eru fleiri pláss)

Leiguflogfarið fer yvir eftir bólkinum aftur: úr Vágum 1/10 kl. 12.30 og lendir í Reykjavík kl. 13.00 (her eru fleiri pláss)

Flogið verður heim aftur úr Reykjavík mánadag 1/10 kl. 14 og lent í Vágum kl.16.30 (nøkur fá pláss)

Allar tíðir eru lokalar klokkutíðir. Ferðaseðilin kostar 2100 dkr. aftur og fram.

Tað hevði glett okkum, um tit kundu sent boðini til fólk rundan um tykkum, sum kundu havt áhuga fyri at flogið annan vegin – serliga returtúrin úr Íslandi til Føroya í vikuskifti fríggjadag og so yvir aftur til Íslands mánadag.

Kærar heilsur

Hanna Jensen, fyriskipari