Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eysturkommuna: Fríðkanarátakið 2011

Sum undanfarin ár, hevur Eysturkommuna eisini í ár, skipað fyri einum fríðkanarátakið. Endamálið við tiltakinum er at stimbra og eggja borgararnar til at leggja enn størri áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild.

Ein 3 manna dómsnevnd varð sett til hvørt átakið sær, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin hevur verið runt um í kommununi og gjørt sínar metingar um hvørji skulu verða heiðraði, og mett um møguligar vinnarar, og valt vinnaran. Partur av dómsnevndini verður skiftur út á hvørjum ári. Borgarin er altíð umboðaður í nevndini.

Tiltakið hevur verið skipað sum kapping, har vinnarin hevur fingið eina virðisløn og eina plátu at seta á ognina. Eisini eru heiðursbrøv latin til onnur, enn vinnandi partin, sum eitt herðaklapp.

Í samband við átakið ”Best røkti matrikul 2011”, varð skipað fyri hátíðarhaldið í Gøtubrá.

Byrjað var kl 19.00 har Jóhan Christiansen, borgarstjóri bjóðaði vælkomin, síðani varð høvi at fáa sær kaffi og okkurt gott afturvið. Elinborg Pálsdóttir hevði sangframførslu og Justinus Eliasen, hugleiddi um fríðkan og umhvørvi.

Høgni Kastalag, umboðandi dómsnevndina, kunnaði um dømingina og avdúkaði vinnaran, tey sum blivu nr. 2 og 3, eins og tey, sum fingu eitt herðaklapp. Jóhan Christiansen, borgarstjóri handaði virðislønirnar og heiðursbrøvini ** Best røkti matrikul - 2011:

Nr 1 Malan og Henning Olsen, Gøtugjógv

Nr 2 Ann Fuglø og Árni Jacobsen, Leirvík

Nr 3 Alice og Ólavur Heinesen, Leirvík

Dómsnevndin var mannað av:

Sakaris Guldbro, byggifrøðingur - umboð fyri Eysturkommunu

Sonja Joensen, Leirvík - umboð fyri borgaran

Høgni Kastalag, arkitektur hjá FUGLARK - uttanveltaður og sakkønur

Fleiri myndir kunnu síggjast við at trýsta á hendan linkin:

http://eysturkommuna.fo/Default.aspx?pageid=18102