Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eystanstevnan: Heilsu Renning

Aftur í ár byrjar Eystanstevnan við eini heilsurenning, har øll eru boðin við.

Luttakararnir fáa vatn og frukt.

Eingin tilmelding er neyðug.

Heilsurenningin verður nu hóskvøldið 13. juni kl. 17.30 við ítróttarhøllina. Skipað verður fyri eini felags upphiting áðrenn farið verður avstað.

Til ber at ganga ella renna tveir teinar. Teir eru 2,4 km og 4, 2 km. Báðir teinarnir byrja við Ítróttarhøllina.

Runnið verður inneftir Gerðisvegi. Við rundkoyringina fara tey, sum ætlað sær styttra teinin, oman Posthúsbrekkuna, snara til vinstru út á Heiðaveg og renna úteftir til Ítróttarhølina. Tey, ið fara longra teigin, sneiða niðaneftir Leitisbrekku, tá tey koma úr rundkoyringini. Síðani verður farið inneftir Leitisvegi, og tá hann kemur í Dalaveg, verður farið oman Dalaveg, og út á Glyvraveg, og so úteftir Heiðavegi til Ítróttarhøllina.

Nær: Hós. 13. juni kl. 17.30

Hvar: Við ítróttarhølina

Kostnaður: ókeypis