Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eystanljóð farið undir eitt nýtt ár

Eitt hendingarík, mennandi og gevandi ár er farið afturum og eitt nýtt stendur fyri framman. Hjá kórinum Eystanljóð er einki undantak og verður farið undir eitt nýtt sangár við góðum treysti.

Kórið venur týskvøld, frá kl. 19.30 til kl. 22.00. Kórleiðari er Leif Hansen, búsitandi í Fuglafirði.

Í vár er føroyskur og norðurlendskur kórtónleikur á skránni.

Í døgunum 25-27. apríl skipar Eystanljóð fyri árligu kórstevnuni, har fólk úr øllum landinum savnast til sang og hugna. Kórstevnan verður væntandi hildin á miðnámsskúlunum á Kambsdali.

Mitt í mai er ætlanin at fara “kórferð” til Danmarkar og Svøríkis.

Hevur ein hug til at verða partur av Eystanljóð er møguleikin her. Kórið hevur brúk fyri fleiri sangarum.

Byrja verður aftur týskvøldið 15. januar kl. 19.30. Venjingarnar eru í hølinum hjá Arbeiðsmannafelagnum við Gøtugjógv (gamla FøroyaBanka).

Dámar tær sang og tónleik, so er ikki at halda segaftur – kom við.

Kelda: www.eysturkommuna.fo