Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eystanljóð byrjar aftur eftir nýggjár

Kórið Eystanljóð byrjar aftur týskvøldið 10. Januar 2012. Á skránni í vár verður verk av Hayden, sum ætlanin er at framføra á páskum. Eisini venur kórið til várkonsertina, sum eftir ætlan verður seinast í apríl mánað.

Kórleiðari er Leif Hansen, úr Fuglafirð, sum hevur vant kórið í heyst.

Kórið hevur brúk fyri fleiri sangarum, so hevur tú hug at verða við, kanst tú møta upp til venjing týskvøldið kl. 19.30. Vant verður í 1929 skúlanum við Gøtugjógv.

Hevur tú okkurt at spyrja um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Gregersen tlf. 272714 ella Sigvør Laksá, tlf 219570.