Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EYÐUN VANN FERÐ HEIM VIÐ ØLLUM

Hóskvøldið skipaði Tórshavnar kommuna fyri kvøldsetu fyri útisetum. Ikki færri enn 155 føroyingar møttu upp á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini kundi avdúka, at Eyðun Trúgvason hevði vunnið eina flyting heim til Føroya við Norrønu við øllum. 

 Eyðun lesur løgfrøði á CBS, sum er ein útbúgvingarstovnur í Keypmannahavn.

 - Eg havi júst latið bachelor uppgávuna inn. Hetta er fantastiskt. Eg havi altíð ætlað mær heimaftur. Og vinningurin frá Smyril Line ger bara, at henda avgerðin verður tikin rættiliga skjótt, sigur ein fegin vinnari, sum hevði leitað sær út á Norðuratlantsbryggjuna í kvøld saman við nógvum øðrum føroyingum í Keypmannahavn.

 Tiltakið var sera væleydnað. 

 - Takk fyri Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið. Takk fyri eitt gott tiltak. Og sjálvandi takk fyri Smyril Line fyri vinningin, segði Eyðun Trúgvason á Facebook, beint aftaná Heðin Mortensen handaði honum stóra vinningin. 

 Tiltakið á Norðuratlantsbryggjuni var fyri útisetar og fyri, at útisetarnir, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur, fáa viðkomandi kunning. 

 Á skránni vóru framløgur um at flyta heim, at gera lesturin lidnan í Føroyum, at skapa egið starv, møguleikar á Landssjúkrahúsinum og onnur góð ráð. Aftrat hesum netverkaðu fólk og tosaðu við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.