Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðgunn Samuelsen vitjar Dugna

Í gjár var Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna og vitjaði Dugna. 

Hedvig Jóhansdóttir, stjóri í Dugna greiddi landsstýriskvinnuni frá um virksemi á Dugna, og vísti runt á Verkskúlanum á Hjalla, har arbeitt verður við at finna og at menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum, samstundis sum stórur dentur er lagdur á endurnýtslu og góðsku.

Á Verkskúlanum á Hjalla er teldustova, matstova, træverkstaður og Tinghúsið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var væl nøgd við vitjanina:

“Tað er áhugavert og gleðligt at vitja ein stovn, har tað verður hugsað øðrvísi, og har dentur er lagdur á at finna loysnir, soleiðis at tey, sum royna síni arbeiðsevni á Dugna og ganga á skúlanum við Áir, veruliga finna tað, sum tey eru dugnalig til, og har tey blóma” segði Eyðgunn eftir vitjanina.

Ása Olsen, forkvinna í stýrinum og Jóhan Samuelsen, næstformaður, vóru eisini við, eins og Allan Mørkøre, leiðari fyri Verkskúlanum á Hjalla eisini var við á vitjanini.