
Eyðgunn Samuelsen tosaði um avbjóðingar á javnstøðuøkinum
Í gjár skipaði Norðurlandaráðharraráðið fyri pallborði í ST um javnstøðu í mun til burðadygga menning. Á aðalfundinum hjá ST í fjør, varð stór og týðandi semja gjørd um, hvørji mál limalondini skulu seta í verk fram til 2030 - mál í mun til at tryggja ein burðadyggan heim.
Norðurlendsku ráðharrarnir í javnstøðumálum úr Svøríki, Norra, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Føroyum vóru í pallboðinum, sum viðgjørdu nøkur av hesum málum, og hvussu londini arbeiða við at seta hesi í verk.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna legði fram tær avbjóðingar, sum Føroyar hava at tryggja einar burðardyggar Føroyar, har javnstøða er ein týðandi partur.
Nógv fólk vóru komin at lýða á og seta spurningar, m.a umboð úr UNESCO, ILO og onnur.
Til ber at lesa røðuna her: http://cdn.lms.fo/media/7813/røða-eyðgunn-samuelsen-panel-nordic-ministers-16-mars-2016-endalig-til-hs.docx