Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna setti Arkitektadagarnar

Dan Klein --- 04.10.2017 - 07:10

Í vikuskiftinum hava arkitektadagar verið í høvuðsstaðnum, og Eyðgunn Samulsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum helt setanarrøðu leygardagin í SMS. Niðanfyri er røðan, og á myndini er landsstýriskvinnan saman við Heidi Poulsen, forkvinnu í Arkitektafelagnum, sum skipaðu fyri døgunum.

Góðu áhoyrarar og góðu arkitektar,
Sum landsstýriskvinna í bústaðamálum fegnist eg yvir hetta høvi at seta arkitektadagarnar.
Hetta hevur eisini verið eitt høvi hjá mær at grundað nærri yvir, hvat í arkitekturur í veruleikanum er, og hvønn týdning arkitektururin hevur. Eg haldi, at tilveran hevði verið so fátækslig uttan. Tí umframt at vera eitt samanspæl ímillum tað listarliga, tað praktiska og tað neyðuga, er arkitekturur í líka so stóran mun søga og mentan. 

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt sagt: “høvdu hesir veggir bara kunna tala ?” Somu hugsan hava ivaleyst tey, ið hava spákað sær í gøtunum í Rom, og sum hava vitjað Vatikanið, Pantheon og Colloseum, ella fyri at koma á meira heimligar leiðir, okkara egna Tinganes.

Hesar søgur høvdu vit ikki havt, um vit ikki høvdu arkitekturin.

Arkitektururin endurspeglar tí sosialu, politisku og samfelagsligu menningina, ið hevur verið í einum samfelagi, og soleiðis er eisini her hjá okkum.

Evni fyri arkitektadagarnir í ár er: “fyribrygdi bústaðurin”. Eitt sera viðkomandi evni.
Tað er eingin loyna, at bústaðamarknaðurin, soleiðis sum vit kenna hann, er komin til eitt vegamót.

Ongantíð áður hava fjølgast so nógv fólk her á landi. Exit Føroyar er nú vent til Enter Føroyar. Hetta fegnast vit sjálvandi um. Tíðan verri hevur bústaðamarknaðurin ikki ment seg við somu ferð. Ongantíð áður hevur tørvurin á fjøltáttaðum bústaðum verið meira átrokandi enn júst nú.

Ein av fremstu uppgávum landsstýrisins er at bøta um stóra bústaðatørvin, samstundis sum vit fáa ein framtíðartryggjaðan og skipaðan bústaðamarknað við góðum og tíðarhóskandi bústøðum, ið fevnir um allar borgarar í hesum landi. Ein góður og tryggur bústaður hevur avgerandi týdning fyri lívsgóðskuna hjá fólki og fyri vælferðina í samfelagnum.  
Tað er fyri meg sera umráðandi, at vit nú taka rættar avgerðir. At kósin, ið vit seta verður hin rætta.

Skipa vit ein bústaðamarknað, har borgarar verða flokkaðir í bólkar - tað sum á fremmandamáli verður kallað “segregering” - vísa royndirnar frá okkara grannalondum, at tað verður sera trupult at bøta uppá hetta seinni.

Tað er tí sera umráðandi, at vit fáa ein fjøltáttaðan bústaðamarknað, ið er inkluderandi, og sum fevnir um tey ríku og tey fátæku, tey ungu og tey gomlu, tey støku og um familjuna. Og ikki minst eisini um tey, ið hava sjúku ella brek at stríðast við.

Tað er tí mín vón og mítt ynski, at vit fáa skipað ein bústaðamarknað, har vit ikki einans veita fólki tak yvir høvdið, men ein bústaðamarknað, sum er karmur um okkara samleika sum føroyingar, og sum allir borgarar kenna seg aftur í.

Hesum kann júst arkitektururin styðja undir.    

Við hesum orðum verða Arkitektadagarnir fyri 2017 settir.

Eg vil takka Arkitektafelagnum fyri at hava sett hetta viðkomandi evni á skrá, og vóni, at tit fáa nakrar mennandi og spennandi dagar.

Takk fyri.

Eyðgunn Samuelsen
landsstýriskvinna